Teis gjørdist næstbesti málskjúttin móti oddaliðnum

Follo gav oddaliðnum skarpan gang, men misti takið á dystinum seinastu løtuna

Í kvøld vóru Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo og spældu toppdyst móti oddaliðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking TIF á útivølli.

 

Follo var leingi væl við í dystinum. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16, og tá 49 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 24-24. Men seinastu løtuna vísti Viking TIF hví teir eru greitt oddalið í deildini. Viking TIF skoraði seks mál seinastu løtuna, meðan Follo bert megnaði at skora tvey mál. Endin var, at Viking TIF vann dystin 30-26.

 

Teis gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Follo við fimm málum. 

 

Follo er triðfremst í deildini við 18 stigum. Viking TIF er greitt oddalið við 26 stigum fyri 13 dystir.

 

Follo spælir dyst aftur 18. januar. Tá spæla teir móti Ros á útivølli. 

 

Í bestu norsku hondbóltsdeildini tapti Kristiansand 21-29 (9-14) fyri Runar á heimavølli. Helgi H. Hoydal er uttanfyri við skaða, og Pauli Mittún var sjúkur, so Kristiansand mátti klára seg uttan sínar føroysku landsliðsleikarar í kvøld.

 

Kristiansand spælir grannauppgerð móti Arendal á útivølli 21. desember. Eftir tað verður ikki spælt aftur fyrrenn fyrst í februar, tí norska manslandsliðið skal taka lut í HM-endaspælinum í Svøríki og í Pólandi í januar.