Teir vóru nógv betri

Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, hevði ikki tær nógvu viðmerkingarnar eftir dystin ímóti 07 Vestur, ið gav Víkingi triðja tapið á rað.

– Vit taptu ímóti einum liði, sum ikki bara var betri enn vit, men nógv betri. Teir spældu ein tíma einsamallir á vøllinum, uttan at fáa nakra mótstøðu, staðfesti hann.

– Í einar 20 ella 25 minuttir vaknaðu vit eitt lítið sindur, men tá var tað ov seint. Serliga mátin, vit taptu uppá í dag, var sera harmiligur.

Jógvan Martin helt, at nú var ikki annað at gera, enn at leggja enn meira dent á venjingarnar, so liðið kann gerast betri. – Vit kunnu bara gerast betri, segði hann.