Teir vóru at tosa við

Fótbóltur: Allan Mørkøre heldur ikki, at mótstøðumenninir mikukvøldið vóru á hædd við tað, hann ofta hevur roynt við landsliðnum

HB hevur fleiri spælarar, sum hava drúgvar royndir í altjóða fótbólti, og tað sást væl mikukvøldið. Liðformaðurin Jan Dam, Jens Erik Rasmussen, Kaj Leo Johannesen, Rúni Nolsøe og Allan Mørkøre hava spælt fleiri enn hundrað landsdystir tilsaman, og mest royndi maðurin, Allan Mørkøre, var ikki serliga imponeraður av mótstøðuni:

? Í landsdystum og Europa Cup plagar trýstið á okkum at vera øgiligt. Tú fært onga tíð at temja og spæla víðari, og gerst tú eitt mistak, so verður tú sektaður beinanvegin. Soleiðis var tað yvirhøvur ikki í dag. Burtursæð frá fyrstu løtuni, tá vit vóru eitt sindir strongdir, so fingu vit góða tíð at spæla, og teir vóru ikki skjótari enn vit, segði landsliðsmaðurin.

Og tvífaldi málskjúttin, Súni Fríði Johannesen, sum áður hevur spælt í Europa Cup fyri B68, tók undir við honum:

? Ta ferðina spældu vit ímóti Croatia Zagreb, og teir vóru sannir snillingar við bóltinum og vóru so skjótir sum eg veit ikki hvat. Í kvøld kendi eg tað soleiðis, at tað bar væl til at renna kapp við verjuna, og tað hevði eg ikki roknað við kundi lata seg gera ímóti finskum liði í Europa Cup.

Hvussu upplivdi tú málini?

? Í tí fyrra førinum kom møguleikin knappliga, eingin ansaði eftir mær, og tað var lætt at skjóta í tóma málið. Í tí seinna førinum var sendingin frá Allani Mørkøre sera neyv og góð, men talan var um stórt verjumistak. Bæði málverjin og verjuspælarin drálaðu, og so royndi eg at fara ímillum, og so var tað so heppið, at bólturin rakti í ryggin á mær og støkk rætta vegin, tá málverjin royndi at sparka burtur, segði Súni Fríði Johannesen, sum er annar føroyski spælarin, ið hevur skorað fleiri enn eitt mál í sama Europa Cup dysti. Hin er Olgar Danielsen, sum á Svangaskarði 24. august í 1995 gjørdi reint hattrikk ímóti ísraelska Maccabi Haifa.


Klárur til landsliðið

Eingin ivi er í, at Hans Fróði Hansen verður á landsliðnum, sum um ein lítlan mánað skal til Bosnia.

? Vit hava góðan møguleika at sleppa víðari í kappingini. Teir vóru ikki serliga skjótir, og hjá mær var tað kærkomið, at teir spældu høgar bóltar í brotsteigin í staðin fyri at spæla flatt, sum vit høvdu roknað við, at teir fóru at gera. Men kanska var tað tætta spælið hjá okkum í síðunum sum gjørdi, at teir ikki komu innfyri úr borðunum.

Kaj Leo Johannesen helt, at hetta var avbera stuttligt. Tá vit bóru upp á mál, at Jens Martin Knudsen er leikbannaður og Allan Simonsen manglar ein málverja á ferðini til Bosnia var svarið:

? Hann kann bara ringja og so kunnu vit tosa um tað.