Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, kanst tú lesa um 10. umfar í landskappingini í fótbólti, HM í estetiskum fimleiki, har eitt føroyskt lið kom í finaluna og um fyrsta FM róðurin í ár.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Í Gundadali vístu teir ungu HB vegin. Adrian Justinussen, Heri Hjalt Mohr og Bartal Wardum vístu HB, at liðið eisini kann við teimum ungu á vøllinum. HB vann 4-2 á ÍF, sum í løtuni er ov tunt til fótbólt í bestu deildini, men hevði dagsins spælara í dystinum. Spælarametingar í blaðnum.
- Eg hugsaði um dómarin var seriøsur. Orðini eigur Patrik Johannesen, sum í kvøld má sita uttanfyri, tá B36 vitjar í Runavík. Hann er ónøgdur við útvísingina móti HB í steypakappingini.
Estetiskur fimleikur í Føroyum hevur um vikuskiftið prógvað, at stór framstig eru gjørt. Team Eina hjá Havnar Fimleikafelag kom í finaluna hjá kvinnuunglingum, meðan Hydra hjá Ljósinum fekk so góða meting, at liðið kann kalla seg tað besta í kongaríkinum. Les um HM kappingina í Finnlandi í blaðnum í dag.
Les eisini um Hall Hansson, sum nú skal spæla móti Vendsyssel í tveimum upp- og niðurflytingardystum. Føroyski landsliðsspælarin var mitt í rokanum, tá Esbjerg flutti niður. Klumman er um tápuliga atburðin hjá áskoðarum eftir grannauppgerðina í Gundadali, ummælið er um dokumentarin “Tyson: The movie”. Les eisini stuttsøgd ítróttartíðindi.