VB/Sumba
Eyðun Joensen, Jón Pauli Olsen og Birgir Jørgensen eru allir givnir. Palli Augustinussen er fluttur av landinum. Og teir báðir litavarnir, sum í fjør royndu seg hjá VB, Dalius og Mindaugas, eru nú báðir farnir aftur til heimlandið.
Útskiftingin hevur verið stór hjá nýggja VB/Sumba, sammett við VB-liðið, sum tey nógvu seinastu árini hevur verið partur av føroysku fyrstu deild.
Tað gevur nýggja venjaranum, John Christiansen, eina greiða uppgávu. Nevnliga at spæla eitt nýtt lið saman.
Gott tilfar
Men hóast hetta kanska kann tykjast møtumikið, so er einki at ivast í, at fyrikomandi danin er farin undir uppgávuna við góðum treysti. Seinastu nógvu árini hevur VB nevnliga lagt nógv fyri á ungdómssíðuni. »Milliónin fer til ungdómin« vóru soleiðis boðini, sum táverandi VB-formaðurin, Mannbjørn Tausen, gav, eftir at VB í 2000 vann meistaraheitið. Og hóast ikki øll vóru heilt samd í einvísu satsningini á ungdómin, so hevur avkastið higartil staðið mát. Sami Mannbjørn Tausen er annars í dag formaður í ungdómsdeildini hjá nýggju samanleggingini.
Neyvan nakran tíð áður í søguni hava ungdómsliðini hjá VB vunnið so nógv, sum tey hava gjørt seinastu fýra-fimm árini, og spakuliga eru ungu menninir eisini komnir alt meira fram á stóra pallin, sum eitur føroyska fyrsta deild. Og fyri teir allar flestu er galdandi, at teir hava staðið royndina væl og virðiliga.
Tekur tíð
Men eitt er at koma inn á eitt lið, har tú kanst hella tær upp at teimum royndu leikarunum.
Annað er, tá ungu menninir brádliga skulu roknast sum berandi kreftir, og hetta verður stóra avbjóðingin hjá VB/Sumba í ár. Av teimum heilt royndu er bara málverjin, Bjarni Johansen, nú eftir, og tó at nakrir leikarar eru komnir úr Sumba, so hava hesir í sera lítlan mun veruligar royndir úr bestu deildini.
Tí kann væl verða, at talan í ár fer at verða um sera skiftandi úrslit og óstøðugt spæl, og tí verður helst ikki talan um nakra plasering í oddinum. Hinvegin munnu fá ivast í, at við talent-rúgvuni, sum er til staðar, so er tað einamest ein spurningur um tíð, áðrenn liðið av álvara fer at blanda seg í oddin. Tað verður kanska ikki í ár, og kanska heldur ikki næsta ár. Men tað verður innan fyri ikki alt ov nógv ár.