Teir troðsa veðrið

Ovastevna er í hæddini, og hóasrt veðrið ikki rættiliga hevur verið til vildar, hugna fólk sær óført umborð á bátunum, sum komnir eru til bygdar

Hóast veðurlíkindini í kvøld ikki hava verið av teimum bestu, er talið av bátum, sum eru komnir út at halda ovastevnu í Nólsoy, kortini vaksið nakað, sum kvøldið er liðið.

Seinastu bátarnir, sum komnir eru í kvøld, eru komnir úr Hósvík og úr Havn, og teir løgdu at í Nólsoy um 21-22-tíðina.

Teir, sum eru við hesum bátum, siga, at veðrið út um fjørðin í kvøld var heilt hampiligt, tó at tað reyk nakað um bátin.

Ættin hevur verið landnyrðingur norðan, og tí hava bátar, sum komir eru Hósvík, kanska havt tvassutari veður enn bátarnir, sum eru komnir úr Havn.

Tey, sum komin eru um fjørðin í báti og nú liggja við bryggju í Nólsoy, hugna sær óføra væl við góðum mati, tónleiki og vitjanum millum bátarnar.

Og kanska er okkurt betri leskandi eisini á skránni...

Nakað er av vindi, men tað bilar ikki fyri tey, sum í kvøld eru í góðum hýri.

Fólk hugna sær óført - í bátum og kring um í bygdini, sum enn einaferð er karmur um ovastevnu.