Teir trúgva upp á skeljaveiði

Kappin hevur fingið loyvi at gera eina roynd eftir skeljum við Bjarnoynna og Svaldbard.

Rækjutrolarin Kappin hjá O. C. Joensen hevur seinastu mánaðirnar ligið á Oyri, har teir hava umbygt skipið til skeljaveiði. Kappin hevur fingið loyvið at gera eina roynd eftir skeljum við Bjarnoynna og Svaldbard. Loyvið er liður í eini verkætlan saman við Havstovuni, sum almenni stuðulsgrunnurin - Fiskivinnuroyndir - eisini stuðla.

 

Tað veit sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, sum hevur vitjað umborð, at siga á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Hann vísir á, at Noreg, sum umsitir ræðisrættin yvir Bjarnoynni og Svaldbard, er eisini við í verkætlaninna. Noreg fær nevniliga allar upplýsingar í samband við verkætlaninna, eins og tey fáa upplýsingar um veiði.

 

Seinastu umleið 25 árini hevur eingin skeljaveiða verið við Bjarnoynna ella Svaldbard. Orsøkin er sambært sjómanstrúboðaranum hon, at stovnurin av skeljum var so hart troyttur, at hann var niðurfiskaður, sum førdi til forboð fyri allari skeljaveiði.

 

Nú verður so ein roynd gjørd við Kappanum fyri at vita, um skelin er komin so mikið fyri seg aftur, at hon kann veiðast við varsemi. Skelin verður loypt og fryst umborð.

 

Reiðarin á Kappanum, Hans Andrias Kelduberg, sigur við Føroysku Sjómansmissiónina, at teir síðan 2012 hava gjørt styttri royndir eftir skel við Bjarnoynna og Svaldbard, bæði við Kappanum og Norðheim. Teir fingu nakað av skel, men har er harður botnur og nógv grót.

 

- Vit trúgva upp á verkætlaninna, samstundis sum tað er neyðugt at fara hóliga fram. Syrgiliga søgan skal helst ikki endurtaka seg, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

 

Reiðarin leggur aftrat, at Kappin hevur fingið loyvi at royna eftir skel undir Føroyum í nakrar dagar fyri at royna útgerðina, áðrenn leiðin verður løgd norður móti Bjarnoynni. Fimtan mans eru við Kappanum, og skipari er Tóri Simonsen.