Teir tora


- Adrenalið pumpar í kroppinum, og tú veitst, at tú hevur tikið ein kjans. Um hetta gongur galið, so gongur tað ordiliga galið. Tað er tað, sum ger tað so stuttligt at standa á skíð.
Hetta sigur Mogens Petersen, sum var ein av teimum 7, sum fóru við tyrluni mikudagin niðan á Myrkjanoyrafjall at standa á skíð.

Skíing
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosialurin: Klokkan er eitt mikudag, og teir standa á tyrlupallinum og bíða eftir tyrluni. Hon skal líka bunkra onkrastaðni, áðrenn hon kann koma eftir teimum, so teir hava sett seg inn í skúrið við einum kaffimunni.
Prátið gongur óført, teir tosa um skítúrar, skíkappingar og ikki minst um fyristandandi túrin við tyrluni niðan á Myrkjanoyrafjall.

Leigað tyrlu
Hesir 7 hava leigað sær tyrluna at flúgva teir niðan á Myrkjanoyrafjall við skíðunum. Ætlanin er at skíða oman móti Klaksvíkini, eftir at tyrlan hevur sett teir av.
Hesir 7 eru Poul Joensen, Louis Poulsen, Mogens F. Petersen, Svend Hansen, Regin Simonsen, Jan Andreasen og Árni Østerø, og er hetta triðju ferð, teir skipa fyri einum slíkum túri.
Hesuferð sleppa vit eisini við.

Fjálturstungnir
Ein motorur hoyrist langt burturi, og ljóðið kemur nærri og nærri. Knappliga er hon beint yvir okkum, tyrlan hjá Atlantic, sum skal flúgva okkum niðan á fjallið.
Dreingirnir hyggja hvør eftir øðrum, og teir tykjast eitt sindur fjálturstungnir beint nú. Onkur sigur skemtandi, at adrenalið fer at koma út gjøgnum oyrini skjótt, so hart tað pumpar.
Men hetta er skjótt gloymt, og teir renna niðan móti tyrluni, blaka allar skíurnar inn og síðan eisini seg sjálvar.
Tyrlan lyftir seg upp, og vit flúgva yvir Klaksvíkini. Sýnið er av besta slag, og hvør situr í sínum lag og hyggur út gjøgnum vindeyguni. Húsini gerast minni og minni, og bilarnir síggjast nú bert sum smáir prikkar langt, langt niðri.

Hoppa úr
Vit eru í luftini í eini 3 minuttir, so eru vit yvir Myrkjanoyrafjalli. Tyrlan fær ikki sett seg niður, so dreingirnir hoppa úr henni, meðan hon enn er á flog, niður í kavan. Ein er eftir umborð, og blakar hann skíir og skístavar niður til hinar.
Tað er eitt øgiligt rokilsi, meðan hetta stendur uppá. Fitt av vindi er, og kavin flýgur í allar ættir.
Nú byrjar ævintýrið av álvara.
Tyrlan fer av stað, og teir gera seg klárar. Skístyvlarnir verða spentir, og skíðurnar settar á. Og so gongur skjótt fyri seg.

Oman móti Klaksvíkini í slalom
Teir fara við fullari ferð í allar ættir, teir skulu jú stuttleika sær eina løtu, áðrenn farið verður oman.
Eftir eina løtu hittast teir aftur, og so verður farið omaneftir. Teir fara ymsar vegir, men allir hava til felags, at tað gongur skjótt, rættiliga skjótt.
Ferðin kann hjá onkrum koma upp á 120 km/t eftir beinum strekki, og tað er jú ikki heilt smávegis.
Leiðin oman gongur gjøgnum tað vestaru síðuna av Kjølinum, og er hetta ikki vandaleyst. Á vegnum eru fleiri hamrar, og rakar man ein av hesum, so er spælið liðugt. Tí skíða teir slalom fyri at halda ferðini niðri, so teir betur fáa stýrt leiðini.
Av og á steðga teir á og taka onkra myndina, sum skal goymast sum eitt minni um hesar minniligu skítúrarnar.

Vandamikil túrur
At hesin túrurin ikki er fyri smábørn, prógvar Lois, tá hann við fullari ferð endar yts á einum hamri. Hann fær tíanbetur steðga, áðrenn hann fer útav; men hevði hann ikki verið kvikur, so hevði uttan iva endað galið.
Jan rennir seg eisini inn í trupulleikar, tá spennið á skínum brotnar. Men hinir gera skjótt av, taka lissurnar úr jakkunum og binda síðan skístyvlarnar fastar á skíurnar, so Jan kann halda fram. Men hóast hetta riggar, so er torført hjá Jan at skíða. Men hann gevst ikki, og kemur eisini oman í øllum góðum.

Til Fraklands
Eftir góðan tíma á fjallinum koma teir oman móti Klaksvíkini. Teir eru troyttir, men væl nøgdir við túrin.
- Eg føli á kroppinum, at eg havi upplivað okkurt í dag, sigur Svend, tá hann er komin oman í heilum skapi.
Teir tosa longu nú um, nær næsti túrurin skal verða, og verður tað uttan iva heilt skjótt. Men tó, teir vilja fegnir hava fleiri avbjóðingar enn bara fjøllini í Føroyum.
Síðst í hesum mánaðinum fara nakrir av teimum ein túr til Val Thorens í SuðurFraklandi, har teir í 11 dagar fara at hugna sær í teim fronsku Alpunum.
Hetta er ikki fyrsta skíðferðin hjá teimum, men neyvan heldur tann síðsta.