Teir taka felagshúsið niður

Tað er Búsetur, sum hevur fingið til uppgávu at byggja nýggja felagshúsið hjá Tórshavnar Bátafelag undir Bryggjubakka í Havn.

Í dag byrjar arbeiði at byggja nýtt bátafelagshús undir Bryggjubakka í Havn.

 

Menninir á myndini, Magnus Djurhuus Joensen (vinstru megin) og Svend Lamhauge, sum arbeiða hjá RTS Contractors, standa her til reiðar at taka gamla bygningin niður.

 

Tað er Búsetur, sum hevur fingið arbeiðið at taka gamla húsið niður og at byggja nýggja felagshúsið uppaftur, og felagið hevur biðið RTS tikið sær av niðurtøkuni.

 

Magnus og Svend vænta, at niðurtøka og burturbeining av betongi og timbri verður liðugt, tá morgindagurin fer at halla.

 

- Vit hava eina stóra beltamaskinu til sjálva niðurtøkuna, og siðan hava vit ein lastbil, sum fer avstað við gamla betonginum. Timbrið, sum verður brotið niður, fer í eina opna bingju, sum vit hava á bryggjuni.

 

RTS Contractors, sum er heimahoyrandi í Runavíkarøkinum, hevur einar 15 mans í arbeiði.

 

- Vit arbeiða í løtuni í Oyndarfirði, og vit hava fleiri ymisk arbeiði í Runavíkarøkinum og aðrastaðni, siga Magnus Djurhuus Joensen og Svend Lamhauge.

 

in.fo fer at venda aftur til niðurtøkuna av bátafelagshúsinum og bygging av nýggjum felagshúsi um eina løtu.

 

Tað var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, sum breyt fyrstu pettini av gamla bátafelagshúsinum, tá hann sat í stóru beltamaskinuni á bryggjuni.