Teir sunnaru enn eina ferð omaná

Eftir tapið á Argjum leygardagin kom oddaliðið í 1. deild, VB/Sumba, aftur á beint í gjárkvøldið. Tá hevði VB/Sumba á Vágseiði vitjan av grannunum í TB. Talan var um framskundaða uppgerð, sum annars skuldi havt verið 5. august.

Seks minuttir eftir steðgin skoraði Birgir Jørgensen sigursmálið. Jón Krosslá Poulsen legði innfyri úr vinstru, og Birgir Jørgensen stýrdi bóltin í málið.

Síðstu løtuna royndi TB at leggja trýst á. Óli Johannensen varð fluttur fram í álopið, men heimaverjan við Pól Thorsteinsson á odda vardi væl, og í onkrum førum vóru teir vandamiklir í mótálopum.

Besta TB møguleikan fekk toppskjúttin Jóhan E. Mouritsen longu tá ið eitt korter var farið. Dan Mortensen varð feldur í VB/Sumba brotsteiginum, og Petur Reinert peikaði á ellivu metra blettin. Bjarni Johansen tveitti seg rætta vegin og bjargaði.

Fyrr í ár vann VB/Sumba 2-0 á Sevmýri, og aftur hesa ferð noyddist TB altso av vøllinum eftir lokaluppgerð uttan at hava skorað mál og uttan at hava fingið stig.