Teir stríðast fyri boksilívinum

Leygarkvøldið hittast meistaraboksararnir Carl Froch og Mikkel Kessler í London. Teir hava hvør sítt belti at verja, men bert annar kann standa eftir sum meistari

Teir eru báðir komnir upp í 30’ini, hava eina langa yrkisleið aftanfyri seg og hava mest sum sett yrkisleiðina upp á spæl, nú teir hittast í einum boksidysti í London leygarkvøldið.

Bretin Carl Froch og danin Mikkel Kessler eru fremstu boksararnir í sínum landi í løtuni, og nú skulu teir fyri aðru ferð boksa meistaraskapsdyst ímóti hvørjum øðrum.

Fyri trimum árum síðani vóru teir í boksiringinum í Herning, og ta ferðina vann Kessler, hóast nógvir serfrøðingar hildu, at dysturin tað sama kundi verið dømdur javnur ella ein sigur til Froch.


Alt ella einki

35 ára gamli Carl Froch er ættaður úr Nottingham, og hann hevur havt eina flott yrkisleið sum boksari. Hann hevur boksað 32 dystir, og 30 av teimum hevur hann vunnið. Í løtuni hevur Froch beltið í super-miðalvekt hjá IBF felagsskapinum.

34 ára gamli Mikkel Kessler er úr Keypmannahavn, og hann hevur boksað 48 professionellar dystir. Av teimum hevur hann vunnið heilar 46 dystir. Í løtuni hevur Kessler beltið í super-miðalvekt hjá WBA felagsskapinum.

Í boksidystinum í 02 Arena í London leygarkvøldið standa bæði meistaraheitini upp á spæl, og tí stendur annar boksarin eftir sum tann stóri vinnarin – meðan hin stendur eftir við ongum og skal umhugsa sína framtíð sum boksari.