Teir storma og terrorisera standmyndir

Virgar T. Dalsgaard


Nú hevur ovasta menta- og komediudeildin hjá unga tjóðveldinum aftur roynt at spenna seg út! ! Martyrnáttina, fjúrtanda september herjaðu teir næstan óræddir á ein verjuleysan obelisk, reistur av føroyingum í síni tíð til heiðurs fyri Christian Níggjunda, sum teir republikansku óvitarnir antin mugu ræðast illa post mortem ella halda vera ógvuliga potentan! Teir sóu seg, ið hvussu so er, noyddar til at krógva kongsvarðan í einum præventivum plaggi, einum risapræservativi, sum skrædnaði! Í einum tjóðveldisheila verður ein slík gerð allarhelst mett sum eitt roysni og subtilur stuttleiki! Teir halda seg vera øgiliga raskar menn!
Nationalistar hava altíð havt tað problematiskt við humori og forstanda bara rættiliga primitivt skemt  men teir hava góðan vilja, og nú vildu teir trútta niður í allar landsins tegnar, at ungir loysingar umframt at vera djarvir eisini eru bæði stuttligir og ovurhonds gemytligir menn! Eftir drúgvar heilarembingar í evsta tjóðveldis-ungveldi er so avgerðin komin um at storma Kongaminnið!
Hvønn, teir kultiveraðu ung-republikanararnir háða við hesum heldur sjáldsama skemtitiltaki, er ein kompleksur spurningur, tí teir havnarmenn, sum í síni tíð bygdu varðan í sveittabroti, høvdu avgjørt ikki fegnast ella flent at tí háfloygda tjóðveldiskomikkinum! Hegnigir arbeiðsmenn gjørdu hetta arbeiðið í stórari virðing fyri sínum danska kongi, og tað kann eftirtíðin ikki loyva sær at censurera ella korrigera!
Men vit hava jú fyrr sæð loysingarungdóm skemta  tað eru ikki so nógv ár síðani, at bilsin havnarfólk varnaðust, at standmyndin av sambandshøvdinganum, Rasmusi Effersøe var skeiklað og næstan koyrd um koll av tjóðveldisóvitum! Hesir skemtingarsomu unglingar roknaðu við, at flestu fólk fóru at kódna í ísakøldum látri um hetta heroiska tiltak  tað hendi ikki!
Undir krígnum og beint eftir kríggið herjaðu loysingarungdómar um høvuðsstaðin; hjá hesum monnum var humorurin so subtilur, at tað knípti hjá teimum flestu at forstanda teirra skemt! Teir høvdu m.a., sum ofta áður nevnt, funnið uppá at smyrja húsini hjá Louis Zachariassen út við mannatøðum kvøld eftir kvøld og annars prýtt húsini við injurierandi rakstrarrópum! Prentsmiðju-húsini hjá Dimmalætting undir Ryggi vórðu eisini ofta illa viðfarin, tí skrivifrælsi dámdi loysingum slett ikki! Heldur ikki hesar episodur fingu havnarfólk at doyggja av grin! So alt í alt er sansurin fyri rótføroyskum loysingarhumori eitt sindur relativur!

Tað er mikil munur á monnum
Skulu vit nú vænta, at ungdómar í øðrum flokkum fara at verða líka so stuttligir og undirhaldandi sum tjóðveldisgarparnir, so eru nógv undarlig nationalsymbol í herviligum vanda!
Eitt nú Kirkjubíggjarmúrurin. Hetta feudala symbol hevur nú staðið og gálvað í 800 ár, uttan at menn hava tikið seg saman til reisigildi enn! Henda ólidna bygning vísa vit fram fyri ovfarnum turistum sum dømi um eklatantan føroyskan effektivitet! Man sambandsungdómur ikki skjótt fara og meiggja hesa landaskommina út við graffiti og illavorðnum rakstrarrópum?
Ella tann groteski minnisvarðin um Nólsoyar Páll, sum hevur oyðilagt tað vakra plássið niðri í Vágsbotni! Varðin minnir um tær andskræmiligu Lenin- og Stalinmyndirnar, sum næstan hvør bygd í Sovjettsamveldinum í síni tíð var plágað av! ? Søguliga upplýstur javnaðarungdómur veit jú væl, at Nólsoyar Páll var als eingin hetja fyri tað arbeiðandi føroyska fólkið  tvørturímóti, hann var reaktionerur og arbeiddi bara fyri ein pinkulítlan feudalan yvirklassa, eina karráa kliku av kongsbøndrum, eina kúgandi maktelitu, sum trælkaði tann ognarleysa meirilutan av Føroya fólki! Man javnaðarungdómur tí ikki skjótt fara við bæði kúbeini, skeribrennara og størri maskinamboðum eftir hesum kúgingarsymboli og koyra tað á bláman?
Nei, sjálvandi gera teir ikki tað, og tað er tankavekjandi, hví ósekteriskur ungdómur ikki finnur upp á tað slagið av destruktivum skemti, sum teir frelstu og tankatómu fundamentalistarnir so ofta gera! Sambandsungdómur respekterar og accepterar eisini symbolini hjá mótpartinum!
Man tað vera tí, at teir eru for keðiligir ella mangla humoristiskan sans? Tvørturímóti! Orsøkin er heilt einfalt tann, at teir duga eitt sindur av fólkaskikki, hava eitt sindur av tankavirksemi og virða demokratiskar grundreglur! Teir hava eitt vist dannilsi, civilisatión og framum alt kultur, sum mentadeildin hjá unga tjóðveldinum er kemiskt eiðasør fyri!
Annars undrar tað mangan mann, at tjóðveldismenn, sum siga seg hava virðing fyri Føroya løgtingi ikki flaggaðu í hálvari stong 18. september, tá ið fúlasta terrorgerð var gjørd móti okkara parlamenti fyri 61 árum síðani! Ella harmast teir ikki eisini um ómansliga feika ágangin móti tinginum? Fyri føroyingar er munandi meira symbolvirði í álvarsdegnum átjanda september 1945 enn í tí miseydnaðu farcuni, fjúrtanda september 1946 við ekstremt lágari valluttøku! Men at teir hátiðarhalda sítt tap í 1946 er helst bara barokt skemt og sjálvironi. Og so siga fólk, at loysingarmenn ikki hava humoristiskan sans!