Teir sterkastu menninir syrgdu fyri tunnunum í lastini

- Umborð hjá okkum vóru teir sterkastu menninir í lastini og stúvaðu sildatunnurnar. Hetta var eitt rættiliga tungt arbeiði. Sum tit síggja, eri eg ikki nakar Arnold Zwartsnegger, so tað vóru aðrir enn eg, sum høvdu hetta arbeiði. Men tunnurnar skuldu eisini rullast eftir dekkinum, og her plagdi eg at lyfta tær upp um forðingar við rullinum, tá ið skipið setti, segði Absalon Eliasen í áhugaverdari frásøgn um gomlu sildatíðina

Sildatíðin

Tað var ein væl upplagdur Absalon Eliasen, sum á hugnaløtu í skúlanum í Leirvík týskvøldið steig fram at røða um sildatíðina, soleiðis sum hann mintist hana.
Eingin turrislig og niðurskrivað framløga, ikki eitt pappír í hondini; alt úr minninum, og væl lá fyri, má sigast.
Tá ið Absalon helt, at nú hevði hann tosað nóg leingi, fór hann í innara lumma eftir einum lítlum pappíri fyri at vita, um hann hevði sagt alt, sum hann æltaði sær at siga hetta kvøldið.
Ein lágur maður, hábærsligur og hittinorðaður, men eisini álvarsamur og kensluborin um tað gamla og tey gomlu, sum undan fóru. Ein maður, sum prátar náttúrliga og dugir at fáa tey, sum lurta, við sær. Spyr, um hann heldur, at onkur annar minnist betur. Alt fellir náttúrliga, og hann kennir seg ikki sum tann, ið veit betur enn øll hini. Tí fellir tað, sum hann sigur og tað, sum onnur kundu skoyta uppí, so náttúrliga.
Tað var Bókasavnsnevndin hjá Leirvíkar kommunu, sum skipaði fyri tiltakinum týskvøldið. Tey høvdu heitt á Absalon Eliasen, sum hevur sínar røtur í Leirvík, um at greiða frá um sildatíðina, tarvar og tarvahald í Leirvík.
Nógv fólk var komið saman í stóru skúlastovuni, stovu 5, í Leirvíkar skúla at lýða á.
Tá ið skipað verður fyri ymiskum tiltøkum í Leirvík, sum nerta við søgu, mentan ella serstakar dagar er vanligt at leita upp fólk, sum hava sínar røtur í bygdini, men sum hava búð aðrastaðni í mong ár.
Leirvíkin eigur nógv slík fólk, sum hava sína søgu at siga  og framvegis hava sítt hjartað í bygdini, hóast lívsleiðin førdi tey aðrastaðni.

Sildatíðin
Absalon veit nógv um sildatíðina at siga, hóast hann var blaðungur maður tíðliga í fimtiárunum, og hóast hann longu sum unglingi flutti av bygdini.
Í frásøgnini nevndi hann stóru broytingina, sum hevur verið í hansara tíð og mintist, tá ið ljós bert var í Turkihúsinum og kai-húsinum í bygdini.
- Tað vóru ringar tíðir í Føroyum seinast í fýratiárunum og í fimtiárunum. Føroyingar vóru móttleysir og høvdu ilt við at síggja, hvussu komast kundi undan aftur kreppuni. Men í Leirvík var ikki so illa vorðið sum nógva aðrastaðni í landinum.
Eins og í dag, átti Leirvíksbygd eisini tá í tíðini framtakshugað fólk, sum dugdu at skapa bygdini eina framtíð og fólkinum livibreyð.
Absalon vísti til eina grein í Dimmalætting um hetta mundið, sum gamli blaðstjórin nevndi, "Lys i mørke".
- Í greinini skrivaði hann um "en levedygtig fiskeflåde", og tað var leirvíksbygd og skipini, ið hoyrdu til bygdina, sum blaðstjórin sipaði til, segði hann.
Búskaparliga støðan í landinum var so soleiðis vorðin, at trupult var at fáa nakran at fíggja skipakeyp og líka so lítið skiparakstur.
Hann nevndi, at skip varð selt til tess at útvega eginpening til Turkihúsið, sum saman við skipunum á staðnum fekk so stóran týdning fyri bygdina.
- Í dag verður tú biðin um at skriva undir, áðrenn tú hevur vent tær ein hálvan "umdreining" í einum banka, legði hann aftrat.
Sum smádrongur mintist Absalon eini 12 skip og bátar, tá ið talið var størst.
Hann nevndi tey fyrstu skipini, hann mintist í bygdini og greiddi frá gongdini, meðan hann vaks upp - og til hann sjálvur fór til skips sum stórur smádrongur fyri hálvan part, og í fyrsta umfari sigldi árini fram til 1957.

Tungt arbeiði
Hegnisliga greiddi Absalon frá, hvussu sildaskipini vóru riggaði, tá ið tann tíðin byrjaði, og hann greiddi frá arbeiðnum umborð, sum mangan var tungt og strævið - við gørnum, trossum, søkkum, tunnuhjalli til tómar tunnur og tungum sildatunnum, sum skuldu stáplast í lastini og á dekkinum, tá ið lastin var full undir lúkurnar.
- Umborð hjá okkum var tað soleiðis, at teir sterkastu menninir vóru í lastini og stúvaðu sildatunnunur. Hetta var eitt rættiliga tungt arbeiði. Sum tit síggja, eri eg ikki nakar Arnold Zwartsnegger, so tað vóru aðrir enn eg, sum høvdu hetta arbeiði.
Men hesar tungu tunnurnar skuldu eisini rullast eftir dekkinum, áðrenn tær fingust niður í lastina, og her greiddi hann frá, hvussu hann plagdi at lyfta tunnurnar upp um forðingarnar á dekkinum við rullinum, tá ið skipið setti.
Absalon greiddi eisini frá ringum túrum til sjós, tá ið ótti var á fólki, og eingin hevði hoyrt frá skipinum, tí sjógvur hevði oyðilagt radioútgerðina.
Hann greiddi eisini hegnisliga frá, hvørji tól skipini høvdu til navigatión og útgerð annars, og hvussu væl teir gomlu dugdu at brúka hesi tól.
- Tey gomlu skipini høvdu magnet-kumpas, radio og radiopeilara.
Hóast Absalon seinni hevur staðið á skipsbrúgv ein hálvan mansaldur  bæði í farmaskipa-og ferðafólkavinnu, ásannaði hann, at hann onga leið hevði komið við teimum tólum, sum teir gomlu høvdu.
- Vit høvdu skipanina, sum rópt varð "konsol", umborð og konsol-kort, sum lisið varð við strikum og prikkum.
Hann segði, at hóast øll nútímans útgerð er umborð á Brimli, har hann hevur staðið á brúnni í mong ár, so er Brimil ikki komin betur fram, enn tey gomlu skipini komu við sínari útgerð.
Absalon greiddi eisini frá kenslunum, tá ið hann einaferð seinni í tíðini vitjaði støðina í Írlandi, ið hevði sent teimum hesi striku og prikkasignalini, sum so trygt hevur leitt sjófólk út á hav og heimaftur.
- Tað vóru eymar kenslur at síggja hesa støð, sum hevur havt so stóran týdning fyri skipaferðsluna, segði hann.
Hann greiddi eisini frá, hvussu onkur umborð á sildabátunum snildisliga máldi hitan niðri í sjónum við fløsku, sum hálað varð upp úr einum ávísum dýpi.
- Fløskan var lorað niður við proppi á, og tá ið hon var komin niður á rætta dýpið, varð proppurin hálaður úr, soleiðis at sjógvur rann inn í hana. Hetta sá ikki sørt "videnskabeligt" út, helt Absalon smílandi fyri.

Glas í breyðið
Sildagørnini vórðu vanliga sett um kvøldið, og fekst ein tunna í hvørjum garni, tá ið farið varð at draga morgunin eftir, varð tað hildið at vera nøkulunda veiða.
- Vit tørnaðu altíð til at draga klokkan 05, og tað gingu nógvir tímar, áðrenn sildin varð avhøvdað, reinsað, saltað og komin í lastina.
Tey fyrstu gørnini vóru úr hampi, men seinni fingu teir nylon-gørn.
Monnum dámdu betri gørnini úr hampi, tí tey vóru ikki so hvøss og fóru eisini betur við sildini.
Meðan Absalon greiddi frá, nam hann eisini við onkra stuttliga hending umborð.
- Tann eina dagin brotnaði rúturin í skeilettinum, hóast skeilettið varð rimað omaná. Glasið fór í sor, og beint undir niðri í kabússini stóð kokkurin og elti breyð. Glasið fór niður deiggið. Kokkurin tók tað ringasta burtur úr aftur og elti síðan víðari. Men ikki veit eg; eingin umborð fekk skaða av hesum breyðunum.
Hann ásannaði, at sildatíðin gav nógv til samfelagið, bæði á sjógvi og landi, men hann er avgjørt ikki maðurin, sum heldur, at tað var garnaveiðan hjá sildabátunum norðanfyri, sum gjørdi av við sildina í sínari tíð.
- Eg ivist onga løtu í ,at tað vóru náttúruviðurskiftini, sum broyttust.

Brestir fyrstur
Absalon greiddi eisini frá gongdini, tá ið vit fingu kraftblokkaskipini, og sildaveiðan broyttist og gjørdist nógv effektivari, og í hesum sambandi nevndi hann serliga pionerin, Júst í Túni á Toftum, sum fekk sær hýru við íslendskum báti fyri at læra kraftblokkin, sum hann tók til.
- Tað var Poul Hansen, sum setti fyrsta kraftblokkin í eitt føroyskt skip, og tað var Brestir, sum fyrstur var at royna eftir sild við nót.
Hann vísti á, at tað, sum kraftblokkaskipini kunnu fáa í einum háli, er líka nógv, sum tey gomlu sildaskipini fingu ein heilan túr!
Í síni frásøgn vísti Absalon eisini á, hvussu nógv føroyingarnir, sum arbeiddu í Íslandi í sinari tíð, tjentu.
- Eg sigldi tá sum yvirmaður við ferðamannaskpi til Íslands. Onkuntíð plagdi eg at lata meg úr uniforminum og fara millum hesar menninar at práta. Eg helt meg tjena væl, men tað vóru føroyingar, sum vóru í Íslandi, ið sum tjentu tríggjar ferðir so nógv sum eg.
Nógvir føroyingar vóru við á hesum ferðum vestur um hav, men millum hesar var næstan eingin leirvíkingur.
- Og tað hevði sína søgu, tí leirvíkingar hava dugað at skapt nógv virksemi, bæði í ringastu kreppum  og nú viðurskiftini eru heilt onnur, enn tey vóru tá, segði 67 ára gamli, Absalon Eliasen, í Leirvíkar skúla.

Tónleikur og kaffi
Á tiltakinum í Leirvík týskvøldið settu Dánjal Eysturstein og Monica Stauss Joensen sín serstaka dám á løtuna við vøkrum klaver-og violintónum, og eftir frásøgnina hjá Absaloni fingu tey mongu, sum komin vóru til tiltakið, eisini kaffi og góðar køkur í bókasavni skúlans.
Hetta var ein hugnalig og væleydnað løta, sum Bókasavnsnevndin hjá Leirvíkar kommunu skipaði fyri.