Teir spælið, vit kjansirnar

Soleiðis segði sigursharrin hjá Víkingi, Atli Gregersen, eftir dystin.

- Teir, serliga Nenad, trilla bóltin væl runt, men vit royna at pløkka bóltin frá teimum. Bæði liðini standa væl á vøllinum, og ikki nógvir málmøguleikar. Teir hava spælið, og vit kjansirnar, helt Atli eftir dystin.

Komandi vikuskifti skal Víkingur til Streymnesar at vitja EB/Streym, sum eru ósigraðir á heimavølli.

- Vit fara at royna at spæla eitt puss. Vit eru komnir eitt pláss longur upp hvørt ár, so vit satsa uppá at koma enn longur upp í ár, segði Atli, sum í sama viðfangi staðfesti, at tú ongan veg kemur uttan hart arbeiði.