Teir smáu vunnu á teim stóru

Politiski valfundurin á Kambsdali fyrrapartin í gjár vísti, at umboðini úr teimum smáu flokkunum vunnu á teimum stóru. Ein kanning á sjálvum fundinum vísti kortini, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa umboð vald á Fólkating

Tann seinasti stóri valfundurin til hetta fólkatingsvalið varð í gjár hildin fyri teimum hundraðtals næmingunum, ið ganga á skúlunum á Kambsdali.
Á fundinum fingu næmingarnir høvið at siga sína hugsan um, hvønn flokk tey høvdu valt um val var í dag. Og her vísti kanningin, at næmingarnir yvirhøvur atkvøddu borgarligt, tí skal ein ganga eftir hesi kanningini so verða tað umboð úr Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum sum verða vald í dag.
Kanningin vísti samstundis, at orðaskiftið millum formenninar í flokkunum flutti rættiliga nógvar atkvøður ? soleiðis at Anfinn Kalsberg, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal mistu ein hóp at atkvøðum til Bill Justinussen, Kára P. Højgaard og til Johan Dalsgård.
Hinvegin so slapp Kaj Leo Johannesen rættiliga væl frá sínum innleggum, tí Sambandsflokkurin fekk eina framgongd uppá 2,9 % - og kann, um hetta verður úrslitið í kvøld, varðveita sítt fólkatingsumboð!

Lívligt orðaskifti
Á fundinum luttóku formenn úr øllum flokkum, har teir løgdu fram síni sjónarmið fyri einum stórum parti av skúlaungdómi okkara.
Høvið var eisini hjá næmingunum at seta fram spurningar til tey politisku umboðini. Og her varð dúgliga spurt, um bæði yvirtøkur, ES, skattalætta og um umboðini vildu fara beinleiðis upp í danskan politikk.
Men fundurin hevði eisini eitt annað endamál: At vita, hvønn flokk næmingarnar fóru at velja, og um ein politiskur fundur av slíkum slagi broytti støðuna hjá hesum ungu veljarunum.
Tað sum tí eisini var serstakt við hesum valfundi var atkvøðugreiðslan. Hósdagin í farnu viku høvdu allir næmingarnir fingið hvør sín atkvøðuseðil, sum varð latin inn og síðani goymdur.
Tá fundurin í gjár hevði vart í góðan 1 1/2 tíma varð ein nýggj atkvøðugreiðsla gjørd, fyri at lýsa um nakar munur var á støðutakanini hjá næmingunum nú og í farnu viku. Og munur var veruliga á!

Broytt støða
Eftir kanningini í farnu viku at døma, so átti Fólkaflokkurin fyrstvalda umboðið og Sambandsflokkurin seinna umboðið. Men á fundinum í gjár var støðan kortini broytt soleiðis, at Sambandsflokkurin fekk fyrra umboðið og Fólkaflokkurin tað seinna.
Sum yvirlitið eisini vísir, so var veruliga talan um eina flyting av atkvøðum: Teir smærru flokkarnir tóku atkvøður frá teimum stóru, og Hin Stuttligi Uttanflokkalistin gjørdi eisini eitt rimmar hál á valfundinum.
Hetta má sigast at vera eitt heldur øðrvísi úrslit enn tað hjá Gallup, har Tjóðveldirsflokkurin og Javnaðarflokkurin tóktust fáa umboðini.
Einki er tó avgjørt, tí fyrst í dag skulu veljararnir kring alt landið siga sína hugsan um hetta málið.


Veljarakanning á Kambsdali

Undan fundinum og á sjálvum fundinum varð spurt, hvønn flokk næmingarnir høvdu valt. Úrslitið var hetta:


Hósdagin í farnu viku Á veljarafundinum í gjáramorgunin Munur

A 24,317,3 (- 7)
B 20,022,9 (+ 2,9)
C 14,413,3 (- 1,1)
D 1,38,0(+ 6,7)
E 18,016,1(-1,9)
F 7,210,8(+3,6)
U 3,98,8 (4,9)
Veit ikki 9,82,8( - 7)
Ógyldug 1,00,0(- 1)