Miðflokkurin hevur longu tikið avgerðina, og Sjálvstýrisflokkurin skuldi taka endaliga avgerð týskvøldið, men tað er einki at ivast í, at báðir teir smáu flokkarnir í føroyskum politikki stilla upp á fólkatingsvalinum í februar.
? Valið til Fólkatingið er ein partur av politikkinum her á landi, og tá ið vit eru við í politikki, so eru vit eisini við til eitt fólkatingsval, sigur Jenis av Rana, leiðari í Miðflokkinum.
? Landsnevndin hjá okkum skal fundast um hetta týskvøldið, men alt talar fyri, at vit stilla uppaftur. Hóast teir stóru flokkarnir vanliga fáa umboðini, so hava vit eisini ein kjans, um vit duga at selja okkara boðskap, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Hava tað trupult
Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava tað trupult til Fólkatingsvalini, tí teir missa vanliga nógvar atkvøður samanborið við løgtingsvalini.
Á fólkatingsvalinum í 2001 fekk Miðflokkurin 569 atkvøður, og tað atkvøðutalið stendur als ikki mát við løgtingsvalini, sum hava verið síðani. Í 2002 fekk Miðflokkurin 1292 atkvøður og í fjør 1661 atkvøður.
Gongdin hjá Sjálvstýrisflokkinum er tann sama, tí á fólkatingsvalinum í 2001 fekk flokkurin 434 atkvøður, meðan flokkurin á teimum báðum løgtingsvalunum síðani hevur fingið ávíkavist 1351 og 1461 atkvøður.
Men hóast hesi tøl halda flokkarnir, at teir eiga at stilla upp til Fólkatingið eisini.
? Vit hava ein boðskap, sum vit eisini vilja skal verða hoyrdur á Fólkatingið, og tað nyttar einki hjá okkum at hyggja aftureftir, vit líta frameftir og bjóða okkum fram aftur hesaferð, sigur Jenis av Rana.
Kári P. Højgaard heldur, at Sjálvstýrisflokkurin hevur ein kjans í valinum.
? Tað hevur verið vanligt, at teir fýra stóru flokkarnir fáa umboðini í Fólkatingið, men vit halda, at vit hava ein kjans, sigur hann.
Miðflokkurin og etikkur
Miðflokkurin hevði millum jóla og nýggjárs fund um fólkatingsvalið, og har varð avgerðini tikin um, at flokkurin skal stilla upp.
Flokkurin hevur eisini gjørt sær sjálvum greitt, hvat høvuðsboðskapurin skal verða til fólkatingsvalið.
? Fyri tað fyrsta vilja vit hava onkran at tosa ímóti, tá ið danskir politikarar royna at blanda seg upp í føroysk viðurskifti, til dømis viðvíkjandi fosturtøku. Tað vísir seg ikki, sum at tey umboðini, sum vit hava havt har, hava nakra meining um hetta, men tað hevur Miðflokkurin, sigur Jenis av Rana.
? Fyri tað næsta hava vit eisini eina greiða støðu í fullveldismálinum, sum tykist vera sera fløkt løtuni. Miðflokkurn heldur, at vit skulu stýra ímóti at kunna standa á egnum beinum, men vit leggja eisini dent á, at avgerðin skal takast í Føroyum.
Jenis av Rana kundi hugsað sær at sloppið undan at stilla upp til Fólkatingsvalið sjálvur, men verður tað neyðugt at hann stillar upp, so ger hann tað.
Óvanligt uppskot í løgtingið
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hevur ein greiðan boðskap, tá ið tað snýr seg um arbeiðið á Fólkatingið, og flokkurin heldur hendan boðskap verða so týdningarmiklan, at flokkurin hevur borið eitt heldur óvanligt uppskot í løgtingið.
? Vit skjóta upp, at løgtingið heitir á fólkatingsumboðini um, at teir skulu ikki blanda seg upp í donsk viðurskifti á Fólkatingið, sigur Kári P. Højgaard.
Hetta er tann altavgerandi boðskapurin hjá Sjálvstýrisflokkinum.
? Vit skulu ikki blanda okkum upp í danskan partapolitikk, men bara hugsa um tey mál, sum føroyingar hava felags við danir, sigur Kári P. Højgaard.
Hann veit ikki, um uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum kemur í løgtingið, men flokkurin hevur so borið uppskotið á løgtingskrivstovuna.
? Fólkatingsliminir gera sjálvir av, hvussu teir arbeiða, men vit vilja hava løgtingið at heita á teir, at teir ikki skulu blanda seg upp í danskan politikk, tí tað gagnar ikki føroyingum, sigur Kári P. Højgaard.










