4-mannafarið
4-mannafarið er upprunaliga bygt eftir føroyskum mynstri, er vælegnað sum frítíðarbátur, bæði til motor og segl. Báturin hevur sitipláss á trimum bekkum, umframt framman og aftan. Báturin kann útgerast við róðri, árum, brunni, lensipumpu og stálskinnara.
Longdin er 6 metrar, breiddin 1,68 metrar og dýpdin er 0,30 metrar.
AWI 570
AWI 570 er ein skjóttgangnadi jolla ella bátur við einum serligum skapi, sum tryggjar sera góðan stabilitet og lastaevni. Jollan er vælegnað sum frítíðarbátur og vinnubátur. Møguleiki er fyri at el-drivnum línuspæli til rúsur og línu. Eisini ber til at hava fiskakassar á dekkinum. AWI 570 hevur tvey sitipláss aftan og tveir stólar framman ? alt eftir, hvat keyparin ynskir. Jollan kann eisini byggjast við stýrihúsi ella við vindspegli. Goymslurúm er undir bakkanum framman. AWI 570 er góðkendur av Det norske Veritas til at lasta 1180 kilo.
Longdin er 5,70 metrar og breiddin 2,20 metrar.
AWI 27
AWI 27 verður fyrst og fremst nýttur til vinnuligan fiskiskap, men verður av mongum nýttur sum stuttleikabátur. Dekkið er rúmligt í mun til bátastøddina og kann uppskottast í fleiri pavnar. Pláss er fyri 4 snellum. Við línuspæli og línum eru 12-14 stampar hóskandi. AWI 27 lastar 3000 kilo. Lugarið er innrættað við V-formaðari sofu, ið eisini kann nýtast sum tvær koyggjur. Í stýrihúsinum, sum er bjálvað og hevur rútar úr herdaðum glasi við aluminiumsrammum, er gott útsýni. Báturin verður bygdur sambært galdandi reglum frá Skipasýninum - og til Grønlands eisini sambært "KIS rekommandationer", sum krevur ísstyrking av eitt nú skrokkinum.
Longdin er 8,12 metrar, breiddin 2,50 og dýpdin er 1 metur.
AWI 28
AWI 28 hevur sama skrokk sum AWI 27. Báturin verður bæði nýttur sum alibátur og sum útróðrarbátur. Stýrihúsið aftan gevur eitt stórt og rúmligt dekk, sum eisini er slætt soleiðis, at gjørligt er at hava stór kør, plattar og annað á dekkinum. Í stýrihúsinum er stýristólur og u-formaður bonkur, sum eisini kann nýtast sum tvær koyggjur. Úr stýrihúsinum er gott útsýni. Báturin kann leverast við bjálvaðum stýrihúsi og hitablásara. AWI 28 lastar umleið 3000 kilo.
Longdin er 8,30 metrar, breiddin 2,50 metrar og dýpdin er 1 metur.