Teir skulu royna semju

Teir báðir Allan Skaalum og Rúni Heinesen fara í morgun á fund við Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýri

Nýggju semingsmenninir, ið skulu royna at fáa Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag at nærkast hvør øðrum, eru Rúni Heinesen og Allan Skaalum.

Allan Skaalum fór fyri stuttari tíð síðani frá sum stjóri í ALS og tók við sum stjóri á privatu fyritøkuni Repro-Z, ið m.a. fæst við at greiða tilfar til prentingar.

Rúni Heinesen er stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Í morgun fara teir báðir at sessast við samráðingarborðið, saman við pørtunum. Semingsmenninir hava longt sáttmálan í eina viku. Hann gekk annars út 1. mars.

Eftir at fundirnir millum lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrinum og Lærarafelagið ikki førdu til framstig ella glottar fyri framman, varð gjørt av at boðsenda semingsmonnum.

Tað eru nú Allan Skaalum og Rúni Heinesen, ið sleppa at royna seg í hesum leiki.