LÍF eru føroyameistarar hjá piltum. Tað er 1. árið í søgu LÍF, at eitt ungdómslið er blivið føroyameistarar og triðja árið teir eru komnir í finaluna. Fyrsta árið blivu teir nummar fýra, annað árið nummar trý, og í ár blivu teir føroyameistarar. Dreingirnir, sum í dag eru 11-12 ára gamlir, byrjaðu at spæla saman sum seks ára gamlir. Tá ið teir vóru sjey ára gamlir, gjørdu teir eitt lið til innandura kapping, og enn halda teir saman.
Teir spæla á hálvum vølli.
Samanhaldið og stuðulin frá foreldrunum ger, at teir klára seg so væl.
Umleið trý til seks foreldur hava ferðast saman við teimum til dystir, men í fyrru hálvu komu tey ikki so víða, tí tá varð spælt í økis kapping, har vitjað varð í Klaksvík, Gøtu og Fuglafirði. Sjálvandi var eisini spælt í Leirvík. Eftir at liðið kom víðari, var eisini spælt aðrastaðni
Piltarnir hava í ár spælt tvær ferðir á Sandi og tvær ferðir í Suðuroy.
Tá gistu teir saman við foreldrini. At foreldrini eru við, hjálpir nógv. Teir vóru í bólki við KÍ, GÍ og ÍF. Teir spældu javnleik tvær ferðir, men vunnu restina, og málúrtøkan var so fræg sum 106-19.Teir høvdu størst virðing fyri GÍ. B71 endaði sum nummar tvey, GÍ sum nummar trý og B68 sum nummar fýra. LÍF leggur stóran dent á at hava gott ungdómsarbeiði, serliga umráandi er at hava góðar, vaksnar og royndar venjarar. Berg Vatnhamar er venjari hjá piltunum.
FSF hevur gjørt kapping í hálvum vølli hjá piltum, tí tað eru nøkur feløg, sum ikki hava nóg mikið av fólki til heilan vøll.
Tá ið liðið kom heimaftur til Leirvíkar eftir at vera vorðnir Føroyameistarar, var bygdarfólkið á Statoil støðini og tók ímóti liðnum við sangi og rakettskotum.
Anna Djurhuus, ið er nevndarlimur í LÍF og ein av foreldrinum, greiddi okkum frá.
Sosialurin ynkjir LÍF hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.