Teir skilja ikki at tað er forboðið í Eysturoyartunlinum

Hví er tað lógligt í teimum smølu og einsporaðu tunlunum – men í tryggasta tunli í landinum, er tað forboðið?

Vit skilja ikki, hví tað skal vera forboðið at súkkla ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Tað sigur Jákup Petur Elilassen, sum er ein av súkklarunum, sum løgreglan tók á súkklu í Eysturoyartunlnum í morgun. 

Les meiri um tað her. Teir fyrstu hava longu fingið bót í Eysturoyartunlinum

– Sjálvandi snýr tað um trygd, men hví er hesin tunnilin ótryggari enn aðrir tunnlar, spyr hann á Facebook í dag.

Hann ásannar, at Eysturoyartunnilin er longri enn aðrir tunlar, men afturfyri er hann bæði breiðari og ljósari enn aðrir tunlar – og hallið er minni.

Teir vistu at tað var forboðið, men teir vildu royna tað kortini. Ein annar av súkklarunum, Eyvind Akraberg Hansen, sigur í eini viðmerking til greinina á info í morgun, at teir fóru nettupp tíðliga ein hendan sunnumorgunin, tí tá er væntandi, at ferðslan er lítil og eingin. Heldur ikki hann skulur, hví tað er bannað at súkkla í ljósasta og rúmligasta tunli, hann nakrantíð hevur súkkla í.

Og teir tryggjaði seg væl í endurskinsvesti og góðum lyktum, og tunnilin er sera væl upplýstur.

– Vegurin er breiður og góður. Mitt á vegbreytini er ikki bara strika ímillum vegbreytirnar, men báðumegin miðstrikuna er skorið niður í vegin, so bilurin ristast tá teir koma ov nær miðjuni.

– Eg føldi meg tryggari inni í tunnlinum, tí har er breiður vegur, alt væl upplýst, enn uttanfyri, sigur hann.

Hann sigur, at sum hann trillaði omaneftir á botn, varð hann næstan rørdur, so stórt upplivilsi var tað. Men hugsar alla tíðina um forboðið fyri at súkkla í tunlinum, og hann skilur tað minni og minni.

– Vit vóru nógv sum vóru sera kedd og vónbrotin, tá tað frættist um hetta forboð, men eingin skilur hví, leggur hann afturat.

Hann spyr eisini, hví tað er forboðið at súkkla í tryggasta tunli í landinum, men tað ber væl til at súkkla í øllum øðrum tunlum, eisini teimum myrku, einsporaðu tunlunum.

Hann skilur serliga lítið av hesum, tí samstundis sum alsamt størri dentur verður lagdur á umhvørvið og fólkaheilsu, verður tað gjørt ólógligt at súkkla í tí nýggjasta tunnlinum.

– Her er enntá møguligt at súkkla við síðurnar av vegnum, so tað er ikki so frægt, at ferðslan verður tarnað.

– Tað er so sjálvsagt, og tað er bæði gott fyri umhvørvið og fólkaheilsuna sum heild, at lata fólk sleppa at súkkla ígjøgnum, sigur hann.