Fríggjakvøldið var fyrsti dystur í øðrum triðingi í hesum kappingarárinum. Við Margáir hevði EB/Streymur vitjan av B36, sum fór suður aftur við trivaligum 3-0 sigri. Úrslitið bar við sær, at B36 er topplið – í hvussu so er til seint seinnapartin ídag.
HB, NSÍ og KÍ hava øll møguleika seinnapartin at taka B36 aftur. Hesi trý spæla øll á útivølli ídag. HB fyrireikar seg at fara inn á Skála, NSÍ skal suður á Argir, og KÍ skal spæla grannauppgerð ímóti Víkingi í Sarpugerði.
ÍF fær vitjan av TB. Fuglfirðingar stóðu seg væl betri í fyrsta triðingi av kappingini, enn tað varð roknað við, meðan tað hjá TB royndist lakari í fyrsta triðingini, enn tað varð roknað við.
Seinnapartin verður tað turt, hitin fer at liggja um 10 stig, og lotið av landnyrðingi verður einar 6 – 8 metrar um sekundið.
ÍF – TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
Víkingur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Skála – HB: Bjarki Danielsen kl. 15.00
AB – NSÍ: Rúni Olsen kl. 17.00
Fríggjadagin 26. juni
EB/Streymur – B36 0-3 (0-1)
0-1: Magnus Holm Jacobsen 12.
0-2: Eli Falkvard Nielsen 65.
0-3: Árni Frederiksberg 93.
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsesn – Gutti Dahl-Olsen, Fannhard Skoradal (Arnbjørn Hansen, 61.), Rói H. Olsen (Hjalti Kárason Djurhuus, 46.), Símun Sólheim – Niklas T. Kruse (Teitur D. Olsen, 46.), Gestur B. Dam
Gult kort: Arnbjørn Hansen
Venjari: Jákup Martin Joensen
B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad (Andreas Thomsen, 46.), Alex Mellemgaard – Árni Frederiksberg, Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Erlendur Magnusson, 72.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel, Brian Jakobsen (Stefan Radosavljevic, 60.)
Gult kort: Meinhard E. Olsen, Brian Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen
Venjari: André Olsen (fyri leikbannaða Jákup á Borg)
B36 | 10 | 7 | 1 | 2 | 29 | 13 | 22 |
HB | 9 | 7 | 1 | 1 | 23 | 8 | 22 |
NSÍ | 9 | 6 | 2 | 1 | 22 | 4 | 20 |
KÍ | 9 | 6 | 2 | 1 | 26 | 9 | 20 |
Víkingur | 9 | 4 | 2 | 3 | 14 | 13 | 14 |
ÍF | 9 | 4 | 1 | 4 | 12 | 20 | 13 |
EB/Streymur | 10 | 2 | 1 | 7 | 6 | 19 | 7 |
TB | 9 | 1 | 3 | 5 | 6 | 12 | 6 |
AB | 9 | 0 | 4 | 5 | 5 | 24 | 4 |
Skála | 9 | 0 | 1 | 8 | 6 | 27 | 1 |










