Teir næstbestu væl betri enn teir bestu

Næstbestu víkingarnir vunnu seinnapartin stórsigur ímóti teimum bestu hjá B68

Eftir knúsandi 8-0 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá Suðringum vóru toftamenn í dag av álvara mintir á, at teir kunnu rokna við størri mótstøðu frá øðrum liðum, hóast hesi eru tey næstbestu, tí teirra bestu lið spæla í fremstu røð.

 

Bill Jacobsen og B68 í fyrstu deild vóru seinnapartin í Sarpugerði, har teir næstbestu hjá Víkingi flongdu toftamenn og vunnu 5-1. Fimm ymiskir spælarar skoraðu málini hjá heimaliðnum.

Superveteranurin Geza Turi vardi Víkinga málið, og úti á vøllinum vóru fimm aðrir, sum vóru á listanum, tá ið Víkingur í bestu deildini í gjár tapti 2-1 í Gundadali ímóti HB.

 

Venjari hjá næstbesta Víkinga liðnum, er toftamaðurin Jóhan Petur Poulsen. Hansara menn løgdu seg framum 2-0 síðstu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki. Málskjúttar vóru Pól Enok Hansen og Ási Dalheim Rasmussen.

Støðan helt sær til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Magnus Heinason økti til 3-0. Lítla løtu seinni minkaði Jónleif Højgaard um munin, so støðan var 3-1. So spenti B68 bogan, men tað var Víkingur, sum skoraði tvey mál aftrat og harvið vann 5-1. Tvey tey síðstu málini skoraðu innskiftu Magnus Jarnskor og Dávur á Reynatrøð.

Úrslitið ber við sær, at bæði Víkingur og B68 hava trý stig, nú kappingin í 1. deild er tvey umfør gomul.