Teir næstbestu bíta frá sær

Fýra av fimm dystum í 7. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini vórðu spældir í dag. Úrslitini vísa, at næstbestu liðini hjá teimum, sum eru umboðað bæði í EFFO deildini og 1. deild, eru eins stinn og tey bestu hjá teimum, sum spæla fyri at flyta upp í bestu deildina.

 

Merkisvert var tað, at úrslitið í trimum førum var javnleikur. Einasti vinnarin var HB, sum sendi TB suður aftur við 3-1 tapi. Úrslitið ber við sær, at HB nú er næstfremst.

 

FC Suðuroy var í Streymnesi, og har megnaði heimaliðið at vinna eitt stig ímóti FC Suðuroy, sum fyri tað mesta er mannað við ungum spælarum.

 

Víkingur hevði vitjan av B36, og tað var um reppið, at gestirnir fóru suður aftur við øllum stigunum. Men í yvirtíðini skoraði Joseph Bassene, og harvið varð úrslitið 1-1.

 

Klokkan 18 í kvøld var fyrsta bríslið í Klaksvík, har toppliðið B68 vitjaði. Líkindini vóru ógvuliga ófantalig í 1. hálvleiki, og í steðginum varð umhugsað, um tað var ráðiligt at fara út aftur í oysanddi áarførið og lágættarvindin. Teir royndu tó, og tíbetur batnaði veðrið.

 

Eitt sindur óvæntað var tað kanska, at heimaliðið megnaði 2-2 ímóti toppliðnum, sum eftir fulla úrtøku í fimm umførum nú hevur spælt javnt ímóti bæði HB og KÍ.

 

EB/Streymur-FC Suðuroy 1-1 (1-0)

1-0: Andru Poulsen br 43.

1-1: John Tordar Poulsen 58.

 

HB-TB 3-1 (1-0)

1-0: sjálvmál

2-0: Jákup Slættalíð 47.

3-0: Tróndur Jensen 52.

3-1: Hjalti Vestergaard 84.

 

Víkingur-B36 1-1 (0-0)

0-1: Robert Heðin Brockie 65.

1-1: Joseph Bassene 90.+1.

 

KÍ-B68 2-2 (1-1)

1-0: David Langgaard 12.

1-1: Jóhan Dávur Højgaard br 15.

2-1: John Daniel Guðjónsson 52.

2-2: Hákun Edmundsson 76.

Reytt kort: Jóhan Dávur Højgaard, B68, 88. (2 gul)

 

Støðan

B68 17 stig

HB 13 stig

FC Suðuroy 13 stig

KÍ 10 stig

Skála 10 stig

B36 8 stig

Víkingur 7 stig

TB 7 stig

EB/Streymur 6 stig

B71 4 stig

Skála og B71 hava spælt seks dystir, og øll hini liðini hava spælt sjey dystir.

 

Í morgin

B71-Skála: Súni Fríði Barbá kl. 15.30

8. umfar

Leygardagin 4. mai

B71-HB

Víkingur-Skála

KÍ-TB

B68-EB/Streymur

B36-FC Suðuroy

 

mynd: b68.fo