Teir næstbestu aftur í eldin í dag

1. deild menn: Hesa ferð er toppliðið á útivølli, meðan tey bæði næstu á listanum eiga heimavøll. Tað er stutt millum dystirnar í næstbestu fótbóltsdeildini. 10. umfar var Kristi Himmalferðardag, og seinnapartin í dag er 11. umfar á skránni.

Toppliðið FC Suðuroy skal longu kl. 13 spæla á ovara vølli í Gundadali, har mótstøðuliðið er næstbesta liðið hjá HB.

TB eigur heimavøll ímóti Víkingi, og AB eigur heimavøll ímóti Skála. Dysturin á Argjum er áhugaverdur, tí góða gongdin hjá skálamonnum seinastu ferðirnar hevur borið fjórða plássið við sær.

Merkisvert er tað, at tveir dystir eru á skránni í Gundadali klokkan 13. Á niðara vølli fara FC Hoyvík og NSÍ at spæla, meðan HB og FC Suðuroy spæla á ovara vølli.

EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur.

 

11. umfar

Í dag

FC Hoyvík-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 13.00

TB-Víkingur: Alex Troleis kl. 14.30

EB/Streymur-07 Vestur: Dia Lamhauge kl. 15.00

AB-Skála: Birgir Sondum kl. 16.00

HB-FC Suðuroy: Rói Jacobsen kl. 13.00

 

Støðan undan 11. umfari

FC Suðuroy 26

AB 24

TB 23

Skála 16

NSÍ 15

EB/Streymur 12

FC Hoyvík 10

HB 10

Víkingur 9

07 Vestur 0