Teir lyfta arvin eftir pápan

- Herfyri fingu vit væl av brislingi, men seinastu dagarnar hevur einki verið at fingið, sigur Hilmar Johannesen.

- Vit gjørdu nakrar góðar dagar herfyri, men í seinastuni hevur einki verið at fingið. Síðan vit fingu henda bátin, hava vit roynt meira víða, enn vit gjørdu við Nordafar-bátinum, og herfyri fingu vit væl av brislingi í Haraldsundi og Hvannasundi og eitt lítið sindur inni á Funningsfirði.

 

Tað sigur Hilmar Johannesen í Søldarfirði, sum serblaðið um vinnu í Sosialinum í dag hevur skift orð við. Maðurin man vera ein hin royndasti, tá ræður um veiði eftir brislingi í firðum og í sundum. Longu í 1966 byrjaði pápi hansara, Jóan Jakku Johannesen, sáli, at veiða sild við nót.

 

Í 1978 keypti hann Nordafarbát, sum eisini bar navnið Katrin, og henda bátin høvdu teir í Søldarfirði heilt fram til 2009, tá teir keyptu ein AWI-skrokk við húsi, sum Jóan Jakku og synir hansara riggaðu til nótaveiði. Jóan Jakku var virkin í hesi vinnu til tað seinasta, og hann var í bátinum tvær vikur, áðrenn hann doyði.

 

Nú eru tað synir hansara, sum eru vaksnir upp við silda-og brislingaveiði á Skálafjørðinum, Tangafirði og í Sundalagnum, ið føra lívsverkið hjá pápanum víðari. Nýggja Katrin er ein sera snøggur bátur, sum burtur av er riggaður til nótaveiði eftir brislingi og sild.

 

- Vit, sum hava rikið hetta virksemi víðari, síðan pápi doyði, eru í fyrsta lagi tríggir brøður, svágur, systirsonur og versynir. Katrin hevur tey loyvi, sum bátar í hesi støddini í bólki 5B hava, men seinnu árini hevur báturin at kalla bara verið brúktur til veiði við nót.

 

Hilmar Johannesen sigur, at onkur túrur er gjørdur við snellu, síðan nýggi báturin kom, men lína hevur ikki verið brúkt í bátinum, sum eisini hevur hummaraloyvi, men tað verður heldur ikki brúkt sum er. Tað er veturin, sum er vertíðin til brisling. Vanliga byrjar veiðan nakað út í november, og síðan verður brislingur veiddur til út í februar.

 

Hann sigur, at um veturin, tá brislingur plagar at vera at fáa, hendir seg eisini, at teir kunnu gera okkurt gott sildakast. Hilmar Johannesen minnist serliga tveir dagar nøkur ár herfyri – við fáum døgum ímillum, tá teir snerpaðu út fyri Toftabygd.

 

- Annan dagin fingu vit meira enn fullan bát við sild, og hin dagin fullan bát við brislingi, sigur Hilmar Johannesen við vinnublaðið, sum er serblað í Sosialinum í dag.