Í hesi vikuni er U?17 landsliðið í fótbólti í Hamar í Noregi, har teir luttaka í árligu NM kappingini. Føroyar eru í bólki saman við Skotlandi, Svøriki og Finnlandi, sum føroyingarnir skulu spæla ímóti í dag.
Fyrsti dysturin var ímóti Skotlandi týsdagin. Skotarnir vunnu 2?0 eftir málleyst fyrra umfar. Mikudagin var Svøríki mótstøðuliðið, og teir vunnu 3?0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2?0.
? Eg havi einki at siga til avrikið hjá okkara monnum. Teir megna fyri tað mesta at geva mótstøðumonnunum dygga mótstøðu, og tað er væl betri, enn tað var fyri nøkrum árum síðani, tá ið okkara ofta løgdu rygg til stórtap. Eg haldi, at hetta man vera ein tann besti árgangurin, sum vit hava havt. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað ber væl til at gera nógvar útskiftingar, og at tað ikki eru tveir og tríggir, sum bara øllum liðnum. Tað er positivt, men sjálvandi er tað harmuligt, at vit ikki enn hava megnað at skora mál. Leikliga eri eg nøgdur, men úrslitaliga kundi tað havt verið betri, sigur Bill Jacobsen, venjari hjá U?17 dreingunum úr Noregi.
Fótbóltsspælið kostaði
Ímóti Skotlandi var málleyst inntil í 52. minutti. Tá stútaði Steven Fletcher úr Hibernians innlegg úr høgru í málið. Tjúgu minuttir seinni var tað eftir innlegg og klumpaspæl, at Brian Gilmour fekk potað bóltin í málið.
? Eg haldi, at vit áttu møguleika at halda tørn um málleysan javnleik, um vit høvdu lagt okkum eftir tí. Í 1. hálvleiki vóru okkara menn frammarlaga, spældu væl og fluttu seg nógv og høvdu bóltin í minsta lagið eins nógv og mótstøðumenninir. Í 2. hálvleiki kostaði tað, at vit høvdu arbeitt so nógv í nógva hitanum. Tá vóru teir fysiskt betri fyri, meðan okkara vóru moyrir. Munurin er framvegis tann, at teir eru eitt vet skjótari, sterkari og kontantari enn okkara, sum ikki hava so nógva dystarvenjing á hesum støðinum. Men í fótbóltsspælinum standa okkara einki aftanfyri teir, sigur Bill Jacobsen.
Deyðu bóltarnir kostaðu
Ímóti Svøríki var søgan umleið tann sama, sum hon var ímóti Skotlandi. Hesa ferð var tað gamli veikleikin í deyðbóltsstøðunum, sum gjørdi um seg. Í 18. minutti stútaði Mattias Mete eftir frísparksinnlegg úr høgru, í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fyrra umfarinum, skoraði sami maður eftir horna, sum føroyingarnir hildu átti at havt verið málspark, og í fyrsta álopinum eftir steðgin fingu teir fínt mál eftir gott samanspæl.
? Vit vóru ongantíð niðurspældir, men vit megnaðu ikki at fáa mál, sjálvt um vit høvdu einar fimm góðar royndir ímóti málinum hjá teimum. Sjálvandi er tað ikki serliga hugaligt, at vit ikki skora, men tað fer kanska at koma ímóti Finnlandi, og plaseringsdystinum, sum verður sunnudagin, sigur Bill Jacobsen.
Finnland tapti 1?0 ímóti Svøriki og 2?0 ímóti Skotlandi. Danmark, sum Føroyar í fjør megnaðu javnleik ímóti, eigur kanska bersta liðið í ár. Teir hava vunnið 2?1 á Noregi og 3?0 á Onglandi, og teir skulu í dag spæla ímóti Íslandi, sum hevur tapt 3?0 ímóti Onglandi og 2?0 ímóti Noregi.
Føroyska liðið ímóti Skotlandi: Tróndur Kragesten, HB ? Bárður Mittelstein, HB, Jóhan Davidsen, NSÍ, Borgar Kristiansen, Skála, Poul Tummas Dam, HB ? Pætur Jørgensen, HB (Per Jacobsen, GÍ, 70.), Ólavur í Ólavsstovu, HB (Jóhan V. Gunnarsson, B36, 54.), Urbanus Olsen (Ásbjørn V. Gunnarsson, B36, 70.), KÍ, Christian Mouritsen, HB ? Kristoffur Jacobsen liðformaður KÍ (Per Jacobsen, GÍ, 66.), Andreas Lava Olsen, LÍF (Einar Hansen, NSÍ, 78.).
Føroyska liðið ímóti Svøríki: Tróndur Kragesten, HB ? Bárður Mittelstein, HB, Jóhan Davidsen, NSÍ, Borgar Kristiansen, Skála (Sam Jacobsen, GÍ, 62.), Einar Hansen, NSÍ ? Ásbjørn V. Gunarsson, B36, Ólavur í Ólavsstovu, HB (Urbanus Olsen, KÍ, 50.) Jóhan V. Gunnarsson, B36, Christian Mouritsen, HB ? Kristoffur Jacobsen liðformaður, KÍ (Per Jacobsen, GÍ, 66.), Andreas Lava Olsen, LÍF (Pætur Jørgensen, HB, 74.)