- Teir hava kempað fyri fyritøkuni

- At teir báðir, Gunnbjørn og Hans Andrias fingu henda heiðurin, er uttan iva av tí, at teir hava kempað og kempað fyri fyritøkuni, sigur 37 ára gamla Joy Simonsen, sum starvast sum skrivstovukvinna hjá Thor í Hósvík.

Tað er mánamorgun, men einki óljóð at hoyra her á skrivstovuni hjá THOR Offshore Service her á havnalagnum í Hósvík.
Fólkið er komið til arbeiðis í morgun, og tað hoyrist at her eru nógvir bóltar í luftini í senn. Eingin ivi er um, at fólk hava nóg mikið at takast við.
At virkið varð kosið sum ársins virki seinasta fríggjadag, fegnast tey sjálvandi um. Men líkt er til, at tey ikki ætla at sóla sær á laurberunum, men ynskja bert at hanga enn meiri í í framtíðini.
Í einum rúmi sita trý fólk og skriva á teldur sínar. Í einum øðrum er ein kvinna í telefonini. Hon hevur júst ringt.
- Ja, eg veit ikki hvussu akutt tað er. Men ..... ja, vit skulu sjálvandi loysa tað beinanvegin, sigur hon.
Viðkomandi í hinum endanum á telefonini hevur ein trupulleika, og vendir sær á rætta stað við honum. Viðkomandi veit, at er eru tey von at loysa alskyns trupulleikar.
Hesin trupulleikin er ein av mongum, sum fær eina nøktandi loysn. Tað er helst so sum annar stjórin, Gunnbjørn Joensen so væl sigur tað:
- Vit leita ikki eftir trupulleikum. Vit finna møguleikarnar. Hava vit ein trupulleika, so er tað ein uppgáva sum skal loysast.
- Men uttan øll hesi góðu og vælkvalifiseraðu starvsfólkini, hevði einki borið til, staðfestir hann.
At tað eru onnur sum hava fingið eyguni upp fyri hesum sama, prógvaði virðislønin tey fingu handað seinasta fríggjadag á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum.
 
Fjølbroytt arbeiði
Joy Simonsen hevur sítt fasta pláss her á skrivstovuni í Hósvík. Og hon veit eisini, hvat fyritøkan stendur fyri og megnar.
- Eg eri púra sannførd um, at skuldi nakar hava henda heiðurin, so vóru tað teir báðir, sigur Joy.
Hon er úr Norðragøtu, og hevur starvast her í hálvttriðja ár. Hennara arbeiði er bæði spennandi, ábyrgdarfult og haraftrat sera fjølbroytt.
Joy møtir vanliga til arbeiðis kl. 8:15 og arbeiðir niðursetta tíð  í hesum føri 25 tímar um vikuna.
- Men eg veit ikki. Tað blívur sjáldan til tað. Tað verður sum oftast til meiri, einar 30 tímar um vikuna, sigur hon.
Hetta ávirkar tó ikki hennara áhuga og ídni fyri arbeiðinum. Og nú Thor gjørdist ársins virki 2006 er tað bert ein staðfesting av tí innsatsi sum hvør einstakur ger  tey á skrivstovuni í Hósvík og hini 400 sum eru knýtt at fyritøkuni úti í heimi.
- Hetta er eitt gott arbeiðspláss. Her føli eg meg sum heima, sigur Joy.
Hon má skunda sær víðari inn á skrivstovuna, tí nú skal hon í holt við fyrstu uppgávuna í morgun: Ein hópur av telduposti er komin í morgun  helst fleiri við góðynskjum til fyritøkuna í framtíðini.
Hesin posturin skal annaðhvørt svarast ella sendast  víðari til røttu  viðkomandi.
 
Akutt arbeiði
Joy Simonsen hevur sum nevnt verið til arbeiðis her í sløk trý ár. Áður starvaðist hon á Frímerkjadeildini á Argjum.
Saman við øllum hinum starvsfólkunum á skrivstovuni loysir hon hvønn einasta dag ein hóp av ymiskum uppgávum sum skrivstovufólk.
Tað eitur at hon starvast undir skrivstovustjóranum Sue Philbrow. Og hetta er eitt sera fjølbroytt og spennandi arbeiði.
Tá hon møtir hvønn morgun er eitt tað fyrsta hon ger at gera klárt til drekka til starvsfólkini.
Síðani skundar hon sær inn til skrivaraborð sítt, har hon hyggur teldupostin, sum er komin til fyritøkuna, ígjøgnum. Starvsfólkini hava hvør sína teldu-adressu, men ofta kemur postur sum er sendur beinleiðis til fyritøkuna.
Sohvørt sum hon finnur fram til, hvør eigur teldupostin sendir hon henda víðari til rætta viðkomandi, samstundis sum allir spam-fílarnir verða slettaður.
Meðan hon er í ferð við hetta arbeiðið plagar postboðið at koma við dagsins posti. Hesin verður sjálvandi eftirhugdur og býttur út til tey, sum eiga hann.
Vanliga fer hon tá undir tær uppgávurnar sum standa til henda dagin. Men tað kemur meiri enn so fyri, at broyting kemur í dagsskránna.
- Tað hendir seg av og á at okkurt akutt skal gerast fyri Gunnbjørn ella Hans Andrias. Tá má eg leggja alt annað til viks og bert hugsa um hetta.
- Tað er neyðugt í hesi bransjuni, har ting skulu henda skjótt. Teir krevja nakað av okkum, men eru kortini góðir við arbeiðsfólkið, staðfestir Joy.
 
Følir seg heima
Thor er eitt stórt arbeiðspláss  millum tey heilt stóru í landinum. Á skrivstovuni eru tey 14 í tali, men úti í heimi liggur talið av starvsfólkum millum 400 og 450!
Hóast talan er um eitt rættiliga stórt arbeiðspláss sum hevur fólk í arbeiði kring allan heimin, so verður tað einstaka starvsfólkið ikki gloymt.
- Nei her, - her følir ein seg sum heima, sigur Joy.  Vit hava tað sera gott saman.
- Vit arbeiða saman, tosa saman og øll eru blíð og glað mótvegis hvørjum øðrum. Tað er líkasum at vit eru til arbeiðis, men at vit eisini kennast sera væl.
Eitt dømi um hetta var í vár, tá starvsfólkini høvdu tosað saman um at fara út at bowla eitt kvøldið.
- Hetta vóru stjórarnir við uppá. Teir gjørdu ikki mætari enn at teir bjóðaðu sær at gjalda fyri øll starvsfólkini. Tað var flott, sigur Joy.
 
Takk fyri innsastin
Sjálv visti Joy ikki av, at Thor varð kosið ársins virki. Og hon var heldur ikki við í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
- Eg haldi at tað var ein røtt avgerð. Tað hevði verið heilt løgið, um tað ikki vóru vit sum vunnu. Um nakar skuldi vunnið so var tað Thor!
- Thor er bara vaksið og vaksið. Hetta er líkasum ikki bert arbeiðið hjá Hans Andriasi og Gunnbjørni. Hetta er simpelthen teirra lív.
- Tí eiga teir ein slíkan heiður uppibornan, slær Joy fast.
Hóast hon ikki var við til samkomuna, so fekk hon kortini sín heiður sýndan fyrr í morgun: Tá góvu stjórarnir báðir nevniliga henni og øllum hinum, sum ikki vóru við, eina samanplanting av blómum.
Heilsanin frá stjórunum var greið: - Tillukku sjálv. Og takk fyri innsatsin!