Teir halda enn kósini

Tjaldur helt Neistanum í ein hálvleik, men fyrstu løtna eftir steðgin setti gestirnir ferðina upp, so væntaði sigurin kom til høldar

Manshondbóltur

Besta mansliðið hjá Tjaldri hevur eftir sjey dystum framvegis fyrstu stigini á árinum til góðar. Mikukvøldið var Neistin á vitjan í Runavíkini, og tó at tað eina løtu tóktist, sum kundi heimaliðið fáa okkurt burturúr, so endaði alt sum vant við, at mótstøðumenninir fóru við øllum.

Nýttu bert eitt korter
Í fyrra hálvleiki var tað annars so, at tað fyri tað mesta var Tjaldur, sum var á odda. Neistin hevði hendan hálvan tíman sera til við at prógva, hví liðið í løtuni stríðist um eitt pláss frammi í oddinum, og tó at teir onkuntíð skúmaðu seg upp, so vóru deyðu løturnar undan steðginum alt ov nógvar, til at nakað verulligt úrslit spurdist burturúr.
Seinastu minuttirnar undan steðginum stóð heilt stilt, soleiðis at Tjaldur fekk høvi til at fara til hálvleiks við eini trý mála leiðslu.
Eftir steðgin var tó skjótt greitt, at hetta ikki var ein støða, sum gestirnir uttan víðari ætlaðu sær at góðtaka. Ferðin varð alt fyri eitt sett uppeftir, og tá knapt korter var farið, var munurin komin upp í fimm mál. Og tó at hondbremsan eftir hetta aftur varð togað nakað uppeftir, so megnaði Tjaldur ikki veruliga at skapa nakran spenning í. Tað var sum heldur ikki væntandi, men avrikið mikukvøldið vísti tó, at hóast tað enn er nakað upp til sterkaru liðini í deildini, so kunnu heldur ikki hesi loyva sær av løttum. Og fæst venjignarstøðan so eisini í ta leguna, sum hon eigur at vera hjá einum liði í bestu deildini, so er ikki óhugsandi, at runavíkingarnir kortini fara at gera onkrar skreytir, sum árið líður.
Neistin hevur við sigrinum vunnið seg ájavnt VÍF á stigatalvuni. Tvey stig aftan fyri oddaliðið, StÍF. Júst vestmenningar eru mótstøðumenninir komandi vikuskiftið, og lítið er at ivast í, at skal úrslit spyrjast burtur úr teirri uppgerðini, so verður neyðugt at lyfta avrikið fleiri stig upp um tað, sum liðið sýndi hesaferð. Men um tað fer at eydnast, fæst so ikki at vita fyrr enn sunnudagin.


Dysturin í tølum
Tjaldur-Neistin 25-30 (15-12)
Málskjúttar:
Tjaldur: Soran Sarcevic 7(1), Dragisa Stojovic 6(2), Sverri Justinussen 4, Jens Martin Knudsen 3(1), Áki L. Hansen 3, Arnfinn Langgaard 1
Neistin: Áki Mørk 8(2), Ragnar Stakksund 5, Morgan Knezevic 5, Helgi Justinussen 4, Kári Mortensen 4, Ræni Slættanes 2, Dann Thorleivsson 2
Brotskøst: Tjaldur 5, Neistin 6
Útvísingar :Tjaldur 3, Neistin 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen