Teir hægst styrkismettu endaðu ovastir

FM í talvi fyri einstaklingar: John Rødgaard kom fyri seg, og vertirnir tóku sær av trimum teimum aftastu plássunum

Hóast Heini Olsen alla tíðina lá best fyri í FM kappingini fyri einstaklingar, sum í páskavikuni var í Ósáskúlanum í Klaksvík, so var einki avgjørt, tá tað varð farið undir níggjunda og seinasta umfarið.

At avgerðin ikki fall langa fríggjadag komst av, at Heini Olsen við svarta fólkinum eftir øllum at døma tók eitt sindur lætt uppá tað móti unga Carl Eli N. Samuelsen. Heini stóð til at vinna talvið, men so var hann eitt sindur óneyvur, og tað tænir Carl Eli til rós og vísir góðu talvevnini, sum hesin yngsti luttakarin í landsliðsbólkinum hevur, at hann tók av, tá Heini so at siga rætti honum lítla fingur.

John Arni Nilssen, sum alla tíðina hevði verið næstur oddamanninum, megnaði ikki at spæla seg inn í meistarastríðið, tá Heini hevði tapt. Í 8. umfarinum tapti John Arni við svarta fólkinum móti Rana Nolsøe, og so var líka vítt sum sítt millum hann og Heina.

Støðan eftir átta umfør var, at um Heini fekk eitt hálvt stig, so kundi eingin av hinum røkka honum, og so gekk tað skjótt, áðrenn FM vinnarin fyri einstaklingar í 1999 var funnin. Heini hevði svarta fólkið móti Eyðuni Nolsøe. Eyðun telvaði ikki neyvt í byrjunarspælinum, hann misti eina finnu, og tí var ikki torført at skilja, at hann tók av, tá Heini ? fyri fyrstu ferð í kappingini! ? bjóðaði remis. Sum onkur tók til? hvør tekur ikki av, tá hann fær eitt gott tilboð frá mafiuni (tú veitst ikki, hvussu tað kann enda, um tú ikki tekur av!).


Løgdu seg aftast

Hóast hann býr uttanlands, so telvaði vinnarin av FM kappingini fyri einstaklingar fyri Klaksvíkar Talvfelag, har hann í síni tíð fekk gott í beinini.

Seks av teimum tíggju luttakarunum í landsliðsbólkinum vóru úr Klaksvíkar Talvfelag, og tríggir teirra endaðu á teimum aftastu plássunum.

Tað sigur ikki so lítið um styrkina í kappingini, at tveir av hesum trimum áður hava vunnið FM fyri einstaklingar.


John kom fyri seg

Vit søgdu í síðstu viku, at John Rødgaard hevði havt eina óvanliga laka byrjan. Hann tapti tvey talv, og tá vit tosaðu við nýggja FM vinnaran, Heina Olsen, helt hann fyri, at hann visti ikki, um John mundi hava tapt fleiri enn fýra ella fimm talv í alt, síðani hann av álvara fór at telva í Føroyum í 1984.

John Rødgaard kom kortini fyri seg í Klaksvík. Hann vann niðurlagda talvið frá 2. umfari móti Eyðuni Nolsøe, og so rundaði hann av við at vinna fýra tey síðstu umførini, og so endaði hann á einum greiðum øðrum plássi.

Undan kappingarbyrjan vístu styrkistølini, at umframt teir báðar, so vóru John Arni Nilssen og Flóvin Tór Næs teir sterkastu. Hesir báðir endaðu ávikavíst á triðja og fjórða plássi. Teir rukku báðir 5,5 stigum, men John Arni hevði betri mótstøðustig.


Eirindarleyst

Tað er annars vert at leggja til merkis, at fram móti endanum í kappingini vóru tað fá talv, sum endaðu javnt.

Vit nevndu, at Eyðun Nolsøe tók av, tá Heini Olsen bjóðaði honum remis í síðsta umfarinum, og tá endaði tað eisini javnt millum teir báðar útisetarnar, John Arna Nilssen og Terja Petersen. Í sjeynda umfari skírisdag og í áttanda umfari langa fríggjadag endaði einki av teimum tíggju talvunum javnt.