Teir grønu blettirnir skulu varðveitast

Steinfinnur Mittelstein
Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð
????
Býráðspolitikarar eru farnir alt ov lætt um byggisamtyktir og sølur av ognum, ið kommunan átti at varðveitt grønar.
Tað er neyðugt at hugsa seg um, tá størri avgerðir skula takast, soleiðis er í øllum lívsins viðurskiftum. Eisnini kommunan skal hugsa seg um, og hava eina ætlan, tá loyvið verða givin at byggja bygningar á sethúsaøkir. Eisini er avgjørt neyðugt, at kommunan viðgerð og metir um, tá kommunan skal selja økir sum liggja í miðbýinum. Seinastu árini hava vit, alt ov ofta, verið vitnið til óskil á økinum. Ein hevur tað fatan, at ongin skipað mannagongd er, og tí vísir tað seg at vera alt ov til-vildarligt. Her eigur at verða gjørdar púra greiðar reglar, so tann sum skal byggja, veit akkurát hvat hann kann gera við ognina.
Tíverri hava vit seinastu árini verið vitni til, at alt ov nógv "grøn" økir í býnum verða seld til sethúsabygg-ing. Tað er harmiligt t.d. at síggja ognina hjá Torvaldi Poulsen á R.C. Effersøes-gøtu (lýkt einum spøkilsishúsið), liggja sum ein skomm fyri kommuna og stóran ampa fyri grannarnar. Hesin hugnaligi gartnarin, læt alla sína ogn og pening til at stuðla ungum listarfólkum í Føroyum. Hevur hann ikki betur uppi-borið ??
Vøkur rundkoyring er gjørd uttan fyri SMS, og partur av trøðunum, sum tá stóðu í garðinum hjá Torvaldi, prýða nú økið. Men so er tað restin av grundøkinum, har húsini standa. Húsini eru sanniliga ikki nakað prýði fyri býin, tvørtur ímóti.
Hví skuldi kommunan selja økið ? Ótrúligt og óskiljandi!!
Hví bleiv húsið ikki tikið niður saman við drívhús-unum, økið fríðka, ein minnisvarði settur eftir hendan mentamann, og so kundi økið verði nýtt til mentunarliga endamál, til gangs fyri allar borgararnar.
Kommunan eigur alt fyri eitt, at viðganga mistakið, taka upp samráðingar við eigaran, og fáa fatur á økinum aftur. Síðan skal gerast ein ætlan fyri økið, so hettar kemur øllum borgarunum í býnum tilgóðar, og Torvaldi Poulsen til heiðurs ? tað hevur hann uppborið.
Hetta vil eg arbeiða fyri.