Fótbóltur: Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen hava síðani 1988 á hvør sín hátt verið ímyndin av føroyska landsliðsmálverjanum. Jens Martin tók tørnið tey fyrstu mongu árini og hevði spælt 65 landsdystir fyri Føroyar, tá hann gavst fyri fýra árum síðani, og Jákup tók síðani við og spældi 67 landsdystir, til hann gavst í heyst.
Eftirmaður teirra er 23 ára gamli Gunnar Nielsen, ið enn bara tvær ferðir hevur vart føroyska málið í A-landsdysti – báðar ferðir ímóti Íslandi. Men leygardagin tók hann eitt stórt lop fyri føroyskan fótbólt, tá hann kom inn fyri Manchester City á útivølli ímóti Arsenal og megnaði at halda nullið.
– Vit høvdu nokk ikki væntað, at tað fór at henda so skjótt, og helst hevði Gunnar ikki væntað tað sjálvur. Men hetta vísir bara, hvussu nógv tað hevur at siga, at tú ert klárur, tá kjansurin er har, sigur Jens Martin Knudsen, ið ikki er pírin, tá hann skal seta orð á dygdirnar hjá Gunnari:
– Hann hevur alt tað, sum skal til. Evnini hevur hann framúr góð, men haraftrat hevur hann ein øgiligan vilja, umframt at hann er so passaliga treiskur. Og so hevur hann hæddina, ið nokk eisini er við til at geva honum ta stóru útstrálingina og tann myndugleika, hann vísir á vøllinum.
Eitt stórt stig
Eisini Jákup Mikkelsen staðfestir, at talan var um eina stóra hending fyri føroyskan fótbólt, at eftirmaður hansara í føroyska landsliðsmálinum kundi koma inn í einum Premier League-dysti.
– Tá Todi Jónsson í síni tíð fór avstað og fekk spælt seg fram millum teir fremstu, var tað, at tú yvirhøvur kundi sleppa upp í part uttanlands, næstan púra óhugsandi. Síðani hevur heimurin latið seg meira upp, og at Gunnar nú er komin inn í einum Premier League-dysti, er líkasum tað næsta stigið. Nú hava ungir spælarar eisini enn meira at síggja fram til, tá teir síggja, hvat megnar, sigur Jákup Mikkelsen.
Sjálvur mundi hann røkka einari av hæddunum, tá hann í 2000 við Herfølge gjørdist fyrsti føroyingur nakrantíð, ið vann danska meistaraheitið í fótbólti, men hann heldur kortini ikki, at Gunnar Nielsen nú livir teir dreymarnar, Jákup sjálvur hevði í síni tíð:
– Tá eg nú hyggi aftur á míni bestu ár, eri eg nøgdur við tað, sum eg fekk burturúr míni níggju ár uttan fyri landoddarnar. Tíðin er ein onnur nú, og tað kann ongantíð verða betri, enn at aðrir kunnu fáa uppaftur meira burturúr, soleiðis sum Gunnar sær út til at gera tað nú, sigur Jákup.
Má fáa dystir
Enn er ikki vist, at Gunnar Nielsen uttan kapping sleppur at verja málið tríggjar teir síðstu dystirnar hjá Manchester City, tí felagið roynir av øllum alvi at fáa undantaksloyvi frá Premier League til at útvega sær ein málmann aftrat. Men Jens Martin Knudsen dylur ikki fyri, at tað hevur nógv at siga, at Gunnar sleppur at spæla.
– Fyri okkum, ið varða av landsliðnum, hevur tað sjálvandi stóran týdning, at spælararnir á liðnum eisini spæla, har teir virka í tí dagliga. Tað verður trupult hjá Gunnari at varðveita plássið, tí um tú hyggur at málmonnunum í Premier League, eru teir altso ikki 23 ára gamlir. Men óivað økjast møguleikar hansara fyri at verða leigaður út til okkurt annað felag, har hann sleppur at spæla regluliga, staðfestir Jens Martin.
– Óansæð, so er Gunnar komin í eina støðu, har hann hevur flutt nøkur mørk og gjørt ófatilig framstig. Tað eru bara eini tvey ár síðani, at hann var eykamálverji í 2. deild í Danmark, so hetta er alt samalt hart arbeiði. Hann hevur ofrað alt síðani smádreingjaárini og fær nú lønina fyri stríðið, aftur ímóti nógvum øðrum, sum eru komnir heimaftur, tí teir ikki hildu til tað. Og tað er flott!