Teir gomlu svaraðu aftur ? men tann ungi vann

Tríggjar góðar framførslur vóru til finaluna í Prix Føroyum, og dómararnir, sum hesaferð bara vóru útlendskir, valdu GoGo Blues til vinnara. Finalan hevði tað mesta ? handverkararock, føroyskan blues og popp við broddi í

Tað brakaði og bleiktraði, tá ið teir tríggir finalistarnir í Prix Føroyum fór á pallin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Terji Rasmussen og Eyðun Nolsøe svaraðu hørðum atfinningum aftur við sterkum framførslum, men ungi bluesgittaristurin Uni Debess kláraði tó at stinga høvdið upp um teir og vinna kappingina.
Prix Føroyar finalan var hesaferð partur av einum størri showi, men tað riggaði væl at hava teir tríggjar finalubólkarnar at spæla fyrst og síðani fara víðari í tekstinum.

Handverkarar bukaðu alt upp á pláss
Terji Rasmussen hevði fingið heiðurin at leggja fyri, og tað gjørdi hann við síni bestu framførslu í Prixnum í ár.
Terji tóktist verða serstakliga væl upplagdur, og bólkurin koyrdi sum ein vælsmurd maskina. Rocktónleikurin sat sum fótur í hosu, og hóast sangirnir sjálvir ikki eru teir bestu, sum Terji hevur skrivað, vóru teir framførdur so sannførandi, at tað mundi fanga bæði teir ivasomu tannáringarnar og tey friðarligu hampafólkini har aftur í salinum.
Terji svaraði við sínari framførslu teimum atfinningunum, sum serliga hann og Eyðun Nolsøe hava fingið frá ummælarum og viðmerkjarum, og tað gjørdi hann bæði við eini framúr góðari framførslu og við at lata seg í sum ein rættur handverkari ? við smekkubuskum, t-shirt, málibandi og hamara.
Hetta var ein viðmerking til, at teir garvaðu bólkarnir hava fingið skotið í skógvarnar, at teir eru meira handverk enn úttrykk.
Men handverkararnir í Terji Bygg bukaðu alt upp á pláss við síni framførslu leygarkvøldið.

Uni læt gittaran snakka
GoGo Blues hevur funnið sín samleika við tónleikinum hjá Una Debess, og við honum sum frontmanni hevur bólkurin eisini møguleika at gerast væl umtóktur millum bæði ung og gomul.
GoGo Blues spældi góðan og svingandi bluesrock til finaluna í Prixnum. Teir løgdu fyri við einum instrumentalum lagi, sum pumpaði allan vegin, hóast ein vilstur strongur royndi at leggja forðingar í vegin.
Fyrsta lagið var rættur bluesrockur, men so fóru Uni og teir eitt sindur aftur til røturnar við einum sorgblíðum og tungum bluesara, sum vísti at bólkurin ikki bara dugir at seta ferð á, men eisini kann steðga eitt sindur á og spæla við stórum kenslum og inniligum tónum.
Seinasti sangurin var aftur ein meira lívligur sangur, har Uni sang meira enn í teimum báðum undanfarnu løgunum. Tónleikurin var í miðdeplinum, gittarin slapp fyrst og fremst at snakka, og tað gjørdi GoGo Blues til ein heilt serligan bólk hetta kvøldið.

Betri endi enn byrjan
Eyðun Nolsøe var seinastur av teimum trimum finalistunum, og hann var tann mest popputi av teimum.
Framførslan hjá Eyðun endaði betur, enn hon byrjaði. Fyrsti sangurin var mest sum ov hampuligur og fittur at seta hol á við, men bólkurin vísti tó, at teir hava tríggjar sera góðar sangarar. Kim Hansen legði eitt sindur óvæntað fyri sum sangari, Jens Marni Hansen tók yvir, áðrenn Eyðun Nolsøe sum tann triði kom á vøllin ? tað er neyvan nakar annar poppbólkur sum kann manna so sterkt vokallið sum Eyðun Nolsøe og Showmenn.
Eyðun Nolsøe spældi tríggjar sangir, sum hann áður hevur spælt í Prixnum, og eftir tann fyrsta sangin kom eitt sindur meira lív í, og bólkurin fekk luft undir veingirnar.
Seinasti sangurin byrjaði við einum útvarpsbroti, har nakrar av viðmerkingum, sum hava verið um serliga Eyðun Nolsøe og Terja Rasmussen, rungaðu aftur við bleiktrandi ljósum. »Í kvøld doyði føroyskur tónleikur«, »eg vildi spýggja« og so víðari ljóðaði tað, áðrenn sangurin »So nógvar røddir« drønaði avstað. Hetta mundi vera besti og mest fangandi sangurin í Prix-finaluni, og framførslan hjá Eyðuni endaði so væl, sum hon kundi gera.

Uni á toppinum
Vinnarin av Prix Føroyum gjørdist GoGo Blues, og tað var væl uppiborið. Uni Debess og hansara menn spældu sera væl, og bluestónleikurin hjá teimum er ? so løgið tað ljóðar ? ein hugalig nýskapan í føroyskum tónleiki.
Blues ? aldargamli tónleikur, sum føroyingar ongantíð av álvara hava tikið til sín ? situr nú á Prix-trúnuni anno 2005, og tað hevur ein ungur tónleikari og fyrrverandi lastbilamekanikkari størsta heiðurin av.
Uni Reinert Debess er ein eyðagóður og dugnaligur tónleikari, sum arbeiðir miðvíst og seriøst við sínum tónleiki, og hann er ein verdugur vinnari av Prix Føroyum 2005.

Seinasta dømingin dumpaði
Dømingin í finaluni var øðrvísi enn í teimum fimm innleiðandi kappingunum. Dømt var eftir somu treytum, men ístaðinfyri 10 føroyskar dómarar vóru tað í finaluni 23 útlendskir dómarar og eingir føroyskir. Teir føroysku dómararnir høvdu fingið sekkin.
Men at lata tríggjar føroyskar bólkar spæla til eitt stórsligið føroyskt tiltak, sum bara er framleitt av føroyingum, og so lata útlendskarar dómarar hava alt at siga, virkar illa umhugsað. Vanliga hava útlendskir gestir dømt saman við føroyingum, og tað hevur hóskað seg væl, men bara at hava útlendskar dómarar er nærmast ein háðan av bólkunum í finaluni.
Hvussu nógv mundu dómararnir skilja av framførsluni hjá Terja Rasmussen og Eyðuni Nolsøe, har orð, føroyskir tekstir og speiskar viðmerkingar spældu ein týðandi leiklut?
Víst skulu vit hugsa um útlandið við okkara tónleiki, men at koyra allar teir føroysku dómararnar burturúr og lata útlendskar gestir, sum nógvir eru komnir til Føroya at leita eftir onkrum heilt serligum, einsamallar finna vinnaran í Prix Føroyum, var ikki besta loysnin.