Teir gomlu partrolararnir klára seg betur enn teir nýggju

Tað er niðurstøðan í eini kanning sum Grannskoðarafelagið hevur gjørt av einum stórum parti av partrolaraflotanum. Teir hava kannað roknskapirnar hjá 28 av teimum 33 partrolarunum í føroyska flotanum og kanningin vísir, at hóast skipini eru gomul og slitin, so eru tey tann mest effektivi parturin av partrolaraflotanum

Tað hevur verið nógv tosað um stuðul til fiskiskipini í longri tíð, og málið er serliga aktuelt nú íløgustuðulin fellur burtur 1. mars.

Í Suðuroy siga teir seg fáa stórar trupulleikar um stuðulin verður avtikin. Teir siga at vandi er fyri, at uml. 350 arbeiðspláss hvørva, um ikki ein onnur stuðulsskipan verður gjørd.

Landsstýrið hevur sagt, at teir arbeiða við ymsum ætlanum. John Petersen, landsstýrismaður, segði fyri kortum at nýggja stuðulslóggávan skal beinast tann vegin, at stuðulin fer til at endurnýggja flotan og ikki til at lappa uppá tað gamla.

Osmundur Justinussen, reiðari á Stjørnuni og Polarhav, segði við Sosialin í gjár, at verður íløgustuðulin avtikin, so er stórt sæð ómøguligt at reka skipini víðari.

Hann segði eisini, at hann so verður noyddur at umhugsa at sleppa sær við skipini.

Í Vestmanna er sama skil. Dánjal Jacobsen, reiðari á Vesturbúgvanum, sigur, at møguleikarnir fyri at reka bátin víðari eru smáir, fyri ikki at siga heilt ongir.


Gomlu skipini

klára seg betur

Tað er tí ein sera áhugaverd kanning sum Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe almannakunngjørdi í gjár.

Teir hava kannað 28 teimum av 33 partrolarum í føroyska flotanum og eru komnir til tað niðurstøðu, at teir gomlu partrolararnir fíggjarliga klára seg betur enn teir nýggju.

Grannskoðarafelagið hevur samanfatað eina niðurstøðu í trimum punktum, og tað teir hava fingið burtur úr er, at

?tann elsti parturin av flotanum er tann, sum økonomiskt er mest effektivur

?teir smærru trolararnir eru økonomiskt effektivari enn teir størru

?meginparturin av studninginum í 1996 varð latin teimum nýggjaru trolarunum og størru skipunum, tvs tí minst økonom-iskt effektiva partinum av flotanum


Roknskapir vísa sostatt ikki, at nýggj, stór og nýmótans skip eru effektivari enn tey gomlu sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði; tað er heldur tvørturímóti.

Grannskoðarafelagið sigur í tíðindabrævinum, at tað sigur seg sjálvt, at tað er mark fyri, hvussu leingi eitt skip kann halda fram við at sigla, men við góðari røkt og ábótum, kann tann mekaniska livitíðin eftir øllum at døma verða longd.

Í longdini er neyðugt at endurnýggja flotan, men ein umfatandi kanning eigur at gerast av økonomiska effektivitetinum fyri allar partar av flotanum, áðrenn støða verður tikin til, um stuðul skal veitast til eina endurnýgging, og hvussu hetta skal gerast, sigur Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe.


Fiska meir fyri minni

Tað eru 33 partrolarar í føroyska fiskiflotanum, og av teimum eru tveir triðingar millum 18 og 37 ára gamlir, meðan bert 4 av 33 bátum eru yngri enn 8 ár.

Í talvu 1 hevur Grannskoðarafelagið sett upp veiðinøgd og søluvirði, og tað sum greitt kemur fram er, at teir nýggjaru trolararnir fáa meira fisk, men søluvirðið er lægri.

Teir 4 partrolararnir sum eru yngri enn 8 ár fiskaðu uml. ein fjórðing av teimum 35.464 tonsunum partrolararnir fingu í 1996, men teir fingu bert 4,06 kr. í miðal fyri kg.. Miðalavreiðingarprísurin fyri allan partrolaraflotan var 5,44 kr./kg.

Teir bátarnir sum fingu mest burturúr veiðini vóru teir sum eru eldri enn 18 ár.

Teir millum 18 og 27 ár fingu 6,08 kr. fyri kg og teir sum eru millum 28 og 37 ár fingu 5,99 kr. fyri kg.

Tað, at teir gomlu trolararnir fáa mest fyri veiðina sæst eisini aftur á úrslitinum.

Talva 2 vísir eina uppstilling yvir rakstrartølini fyri skipini. Her er bert talan um 28 av teimum 33 partrolarunum. Tað er tann parturin av roknskapunum sum Grannskoðarafelagið hevur havt møguleika at kannað.

Í talvu 2 síggja vit, at teir »gomlu« trolararnir hava tað besta rakstrarúrslitið áðrenn stuðul, samstundis sum hesir trolararnir hava klára sínar skyldur.

Renturnar og avskrivingarnar hjá teimum gomlu trolarunum eru nógv lægri enn tær eru hjá teimum nýggju trolarunum, og tað spælir sjálvandi inn.

Sambært talvu 2, so síggja vit, at tað eru teir 8-17 ára gomlu trolararnir sum hava besta úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar; 1,16 kr. pr. kg. ráfisk. Samstundis eru tað hesir trolararnir sum hava mestu rentuna og størstu avskrivingarnar pr. kg. ráfisk, nevniliga 1,11.

Tað vil siga, at tað akkurát melur runt, fáa teir ikki stuðul.


Teir minstu klára

seg best

Verður uppbýtið gjørt eftir maskinorku, so sigur kanningin, at tað eru teir minstu trolararnir sum klára seg best.

Teir hava 0,82 kr. pr. kg. ráfisk eftir áðrenn rentur og avskrivingar. Aftaná rentur og avskrivingar eru 0,39 kr. pr. kg. ráfisk eftir. Og tá er ongin stuðul íroknaður.

Teir størru trolararnir hava tað truplari. Partrolarar við maskinorku millum 851-1000 HK hava -0,10 kr. pr. kg. ráfisk eftir áðrenn rentur og avskrivingar, so her restar í.

Um skuldina hjá partrolarunum, sigur Grannskoðarafelagið at samlaða skuldin hjá teimum 33 partrolarunum í 1996 var 135 mió. kr. Hetta svarar til eina miðalskuld uppá 4,8 mió kr. Tann sum hevði størsta skuld, skyldaði 18 mió. kr., meðan tann sum skyldaði minst, hevði eina skuld upp á 1 mió. kr.

Eginognin hjá partrolarunum var í 1996 uml. 40 mió. kr. og tað svarar til sløk 23%.

Grannskoðarafelagið sigur at enda, at ein eginpeningur av hesi stødd neyvan kann sigast at vera nøktandi í einum flota við einum miðalaldri upp á 23 ár.