Teir gera tupilakkar

Í einum turkislittum húsum í Nuuk er kommunala heimavirkisverkstaðið Ajagaq. Her halda fleiri lokal listafólk til, her tey gera alskyns prýði burturúr steini, beinum og træi.

Thyge Johnsen ger tupilakkar burturúr reinsdjórahornum.

Juni 2023, Nuuk: Veðrið er gott hendan seinnapartin í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, vit fara framvið hesum serliga heimavirkinum Ajagaq. Í opna ovara vindeyganum stendur ein fryntligur maður við longur hári.

 

 

 

– Kom bare ind, sigur hann.

 

 

 

Hurðin er opin, og har er eitt sindur tómligt í kjallarahæddini. Men uppi á hoyrist málageipan. Komin upp gjøgnum trappurnar á loft tekur langhærdi maðurin ímóti okkum og spyr, um vit hava verið her fyrr, áðrenn hann eldhugaður byrjar at greiða frá konseptinum við hesum verkstaðnum. Her kunnu tær kreativu sálirnar nevniliga koma oman og gera alt møguligt, sum tey síðani selja.

 

 

 

Meginparturin av teimum, sum halda til her, eru menn, og teir arbeiða serliga við reinsdjórahornum, sum teir gera sonevndar tupilakkar burturúr.

 

##med2##

 

Ein tupilakkur er ein óhugnaligur lítil figurur, sum er skorin út av tonnum, beinum, træi ella steini.

 

 

 

Tupilakkurin stavar frá grønlendsku gudalæruni og skal sambært henni verja sín eigara móti ávísum fíggindum. Fyrr trúðu grønlendingar, at man kundi fáa ein tupilakk at hjálpa sær móti einum fígginda. Tað kundi man gera við at evna ein slíkan figur til av beinum og hornum frá djórum. Tupilakkurin bleiv typiskt settur út í havið, so hann sjálvur kundi finna fíggindan og drepa viðkomandi.

 

 

 

Tað var tó ikki uttan vanda at senda slíkan avstað, tí um fíggindin var sterkari, kundi tupilakkurin venda við og fara eftir avsendaranum.

 

##med3##

 

Í dag er tupilakkurin sera populerur sum souvenir til ferðafólk.

 

 

 

Ein sovorðnan ætlaði eg at keypa mær, og tað er eisini tí, eg eri komin oman her í dag.

 

##med4##

 

Inni í størsta rúminum sita fleiri mans og arbeiða. Telgja og pussa.

 

 

 

– Eg haldi ikki, nakar tupilakkur er eftir. Alt er farið. Hesir, sum eg geri nú, eru bílagdir, fortelur Thyge Johnsen, meðan hann evnar ein tunnan og langan tupilakk til.

 

##med5##

 

Og at tupilakkarnir eru populerir sæst týðiliga her í Ajagaq-verkstaðnum. Tí her er fult hús av fólki, sum arbeiða, og her koma eisini ferðafólk inn á gólvið at síggja og hoyra um tupilakkarnar og hini tingini, tey gera her.

 

 

 

Verkstaðið er deilt upp í tríggjar deildir við hvør sínari rávøru - fitistein, stein og bein/horn. Eini 20 listafólk eru knýtt at hesum verkstaðnum og hava hesa heimavirkislist sum høvuðsinntøkukeldu. Tað kostar 200 krónur um mánaðin at vera her, og øll eru vælkomin oman at brúka verkstaðið.

 

 

 

##med6##

 

Ein teirra er Miky, sum ger hálsprýði burturúr ymsum steinum.

 

 

 

– Hetta er ein góður máti at fáa tíðina at ganga uppá. Her koma typiskt fyrrverandi sjómenn, veiðimenn og handverkarar, fortelur hann.

 

##med7##

 

Hetta er Louis Isbosethsen, sum fleiri føroyingar helst kenna ella vita um. Hann kennir í hvussu er nógvar føroyingar, tí gjøgnum seinastu nógvu árini hevur hann gjørt eina rúgvu av klokkum, sum eru at síggja í føroyskum heimum.

 

##med8##

 

 

 

– Eg kenni nógvar føroyskar sjómenn. Heilsa øllum føroyingunum frá Louis! sigur hann flennandi.

 

 

 

– Um ikki fólkini minnast navnið, so minnast tey klokkurnar, letur í einum øðrum manni, sum eg ikki fekk navnið á, meðan hann arbeiðir.

 

##med9##

 

Formurin á klokkunum verður skorin til úr viði, meðan tindarnir og prýðið eru gjørdir úr reinsdjórahornum. Tað populerasta sniðið er helst tað av Grønlandi, men ulo-knívurin gongur eisini væl. Haraftrat eru onnur snið sum til dømis ravnurin og inutiiturin. Louis ger eisini onnur smáting úr reinsdjórahornum, eitt nú magnetir til køliskáp í hvala- ella ísbjarnasniði.

 

##med10##

 

##med11##

 

Nógv av tí, sum teir gera her, verður selt í handlunum fyri væl hægri prís. Tí kann man lætt gera kuppið her, um man vil hava ein tupilakk, eina klokku ella eitt hálsprýði, fortelja teir allir.

 

##med12##

 

Ein donsk kvinna var blivin so hugtikin av arbeiðnum hjá grønlendarunum, at hon kom úr Danmark fyri at læra seg at gera ymiskt prýði. Her ger hon einar oyraringar burturúr rubin-gimsteini.

 

– Man kann gott siga, at eg eri farin í praktikk, sigur hon. 

 

##med13##

 

Ein flottur tupilakkur. Hesin er helst gjørdur úr náhvalatonn.

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

Hetta eru magnetir til køliskápið. Eg keypti mær hesa ísbjørnina og ein hval.

 

Thyge Johnsen ger tupilakkar burturúr reinsdjórahornum.

Nøkur donsk ferðafólk støkka inn á gólvið fyri at forvitnast.