Teir gera snøggar modellbátar á kvøldskúla

Ólavur Sjúrðaberg hevur staðið fyri kvøldskúlaskeiði í Klaksvík, har menn í vetur hava smíðað modellbátar.

Fleiri snøggir bátar eru gjørdir, og teir verða sýndir fram á kvøldskúlaframsýningini á Skúlatrøð sunnudagin.

Hugskot er frammi um at gera modell av øllum línubátum í Klaksvík í 1960’unum og 1970’unum.

Omanfyri ber til at síggja reportasju frá modellbátabyggingini í kvøldskúlanum í Klaksvík.