Føroyska U21-landsliðið hevur fyrireikað seg í Vágum hesa vikuna, so tað skal vera væl fyri at spæla ímóti fyrst Rumenia og síðani Russlandi. Hópurin hevur havt bestu umstøður á 62N Airport Hotel og annars vant á fína graslíkisvøllinum í Sørvági.
Nú dysturin nærkast, er tað so upp til venjararnar báðar, Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen, at blanda kortini so væl sum gjørligt, so teir finna teir frægastu 11 spælararnar at byrja inni.
Sum vanligt er, verða kortini hildin tætt at kroppinum, áðrenn dysturin ímóti Rumenia verður bríkslaður í gongd á ovara vølli í Gundadali í annaðkvøld klokkan 19.
Men út frá venjingardystinum ímóti A-landsliðnum mikukvøldið og teimum venjingum, sum hava verið, er ikki óhugsandi, at føroyska byrjunaruppstillingin verður nøkulunda henda:
Trúgvi Askham – Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Pól Jóhannus Justinussen, Dánjal Davidsen – Oddmar Færø – Frank Poulsen, Christian Restorff Mouritsen, Kristoffur Jakobsen, Rasmus Nielsen – Øssur Dalbúð