Úti í Nólsoy sita Álvur Haraldsen, myndamaður á Sosialinum og Leo Poulsen, blaðmaður á Sosialinum og fylgja ovastevnuni ? við orðum og myndum
Teir fylgja við tí, sum hendir á ovastevnu. Hava lagt nógv tilfar út á portal í kvøld og hava eisini syrgt fyri, at fólk, sum umhugsa at fara ein túr til Nólsoyar, fáa ein hilling av, hvat tað er, sum bíðar teimum.
Á Portalinum er eisini myndarøð við myndum frá ovastevnu.
Í kvøld spæla Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen í tjaldinum undir Klivum, og her er væntandi, at hópur at fólki fer at savnast, sum kvøldið og náttin líða.
Teir báðir savna nógv fólk til undirhalds-og dansitiltøk.
Fyrireikararnir av ovastevnu siga, at nógv fólk er komið út til Nólsoyar í kvøld, veðrið er gott, og alt bendir á, at hetta verður náttin, har ovastevnan fer at seta øll met.