Scalloway: Tað kom púra óvart á bæði fimleikarar, leiðarar og áskoðarar, at Føroyar skuldu vinna eitt gullmerki í liðkappingini hjá monnum á hesti og á gólvi.
Eftir at kappingin varð lokin staðfestu bæði venjari og fimleikarar, at tað fyri fjórðu ferð á rað gjørdist til silvurmerki í liðkappingini.
Liðkappingin varð skipað á tann hátt, at fimleikararnir kappaðust á hesti og gólvi, og fyri hvørja av hesum kappingum vóru heiðursmerki latin. Hafturat vórðu úrslitini í kappingunum tald saman til eitt samlað úrslit, sum eisinigav heiðursmerki. Og sum tað síðsta vóru bestu einstaklingarnir í kappingini kosnir.
Byrjaðu við silvur
Føroyingar høvdu roknað seg fram til, at teir fóru at vinna trý silvurmerki, eftir at kappingarnar vóru lidnar.
Vit mangla eitt sindur upp til Isle of Man, men hetta er í lagi, tí vit fóru eftir silvuri og vónaðu so at fáa gull, staðfesti Høgni Øster, ein av fimleikarunum, meðan bíðað varð eftir endaliga úrslitinum og heiðursmerkjahandanini.
Fyrst vóru heiðursmerkini á gólvi handað, og her vann Isle of Man sum væntað. Føroyar vóru nummar 2 og Jersey nummar 3.
Gullið kom sníkjandi
Men tá ið tað kom til handanin av heiðursmerkjum í lopinum um hestin, vórðu øll tikin á bóli
Vit stillaðu upp úti í gongini, og har skuldu silvurvinnararnir standa fremst. Vit stillaðu okkum fremst, men fingu so boð um at fara longur aftur. Tá hugsaði eg, at vit endaðu nummar 3, men vit skuldu standa mitt fyri, og so hugsaði, at vit endaðu á einum deildum silvurplássi hóast alt, greiðir Helgi Winther Olsen frá.
Men soleiðis var ikki. Føroyar og Jersey endaðu á einum deildum fyrsta plássi frammanfyri Isle of Man, og føroyingarnir endaðu tí ovast á sigurspallinum.
Venjarin Henrik Berthelsen stóð bara og gapaði, tá ið føroyingarnir vóru róptir upp sum vinnarar hann hevði tikið fyri givið, at Isle of Man var frammanfyri.
Hetta var eitt lítið yvirraskilsi, og tey eru tey bestu, segði venjarin fegin, eftir at hansara menn høvdu fingið gullið um hálsin.
Alt er deiligt
Í samlaðu støðuni endaði tað við, at Isle of Man var fremst. Síðani kom føroyska liðið, og Jersey varð nummar 3.
Umframt alt hetta vóru teir bestu einstaklingarnir kosnir, og her vann Helgi Winther Olsen eitt silvurmerki fyri síni avrik á gólvinum og á hestinum.
Sostatt endaði tað við, at menninir vunnu fýra heiðursmerki í liðkappingini í fimleiki. Trý silvurmerki kanska sum væntað og vónað og so eitt óvæntað gullmerki, sum øll høvdu ynskt sær, men eingin hevði roknað við.
Vit fóru eftir silvuri, og eg hevði roknað við, at vit fóru at klára tað. Men at vit nú standa við einari gullmedalju fyri fyrstu er ótrúliga deiligt. Eg eri lukkuligur, og alt er deiligt, segði ein fegin Helgi Winther Olsen eftir kappingina.
Hendan kappingin er eitt sindur serlig, og alt snýr seg um at verða best á degnum. Støðið er lagt fast frammanundan, og so ræður tað um at gera alt so gott og pent sum gjørligt. Vit høvdu vónað og satsaðu upp á gull, men eg rokni ikki við, at nakar av okkum veruliga trúði upp á tað.