- Teir fáa einki forerandi

Mjølnir hevur ikki ætlanir um at lata arvafíggindanum úr Havn fáa meistaraheitið uttan at teir stríðast fyri tí. ? Fyri okkum hevur tað stóran týdning at enda væl, sigur Trygvi Poulsen, veteranur á Mjølnir, sum aftur verður at síggja á sínum gamla plássi

Flogbóltur - menn

Tað hevði verið synd at sagt, at hetta kappingarárið hevur verið eitt av teimum góðu hjá Mjølnir. Í byrjanini lógu teir rímuliga væl fyri, men nú bara eitt vikuskiftið er eftir av landskappingini, eru teir langt aftastir.
Tað eru boð um broyttar tíðir í flogbóltshøpi í Klaksvík, og hetta er helst tann tungi veruleikin. Tá hetta kappingarárið er av, eru liðin fýra ár síðani Mjølnir seinast vann FM-heitið í mansdeildini, og kenna vit klaksvíkingarnar rætt, høvdu teir fegnir vilja ligið fremstir í deildini.
Soleiðis er støðan bara ikki og tí mugu teir taka til takkar við teirra leikluti, sum tað liðið, sum sleppur at gera av, hvør skal hava klørnar í FM-steypið.
Støðan undan dystinum er tann, at Fleyr liggur best fyri, og í fleiri vikur hava vit útbasunerað, at tað eigur ikki at henda, at Fleyr tapir móti Mjølnir í dag, og tað ætla Mjølnirleikararnir at mótprógva fyri okkum.
- Leikararnir eru øgiliga uppsettir. Okkara kappingarár er langt síðani yvirstaðið av tí at tað hevur gingið so av skriðuni, og tí er tað eyka stuttligt, at vit kunnu fáa avgerðandi leiklut á, hvør vinnur meistaraheitið. Hetta vita spælararnir og tí eru teir øgiliga spentir og uppsettir, sigur Trygvi Poulsen, ein av veteranunum á Mjølnir liðnum.
Trygvi hevur verið við Mjølnir í nógv harrans ár og hann hevur verið ein av teimum allar drúgvastu øll árini. Soleiðis hevur tó ikki verið í ár, tí hann hevur verið darvaður av skaðum, og tað hevur merkt, at hann ikki hevur leikt á vanliga plássi sínum á miðjuni, og tað hevur eisini verið til at sæð á spælinum hjá Mjølnir. Men hvussu verður so í dag.
- Eg royndi í dystinum móti ÍF at fara aftur á mítt vanliga pláss á miðjuni, og tað verður helst har eg spæli leygardagin, sigur Trygvi, sum leggur afturat, at Mjølnir sostatt er fullmannað, tá teir koma til Havnar at gera Fleyr fortreð ...
Um tað fer at eydnast torir hann ikki at siga nakað um. Hann veir bara, at hansara leikarar hava brúk fyri einum virðiligum enda upp á hetta kappingarárið. Bæði tí at tað hevur týdning fyri fyrireikingarnar til næsta kappingarár, og tí at tað bara er stuttligt at sleppa at spæla Fleyr eitt puss.
- Vit kláraðu okkum so mikið væl í fyrra dystinum í Havn, sum vit vunnu, so tað er ikki óhugsandi, at vit gera tað aftur, sigur Trygvi, sum staðfestir, at hansara leikarar fara á vøllin fyri at gera tað ítarsta.
At enda spurdu vit Trygva, hvønn hann helst vil hava skal gerast meistari.
- Fyri meg kann tað vera líkamikið tá vit sjálvir ikki kunnu gerast meistarar. Vit skulu spæla móti Fleyr og vit hava sett í okkum, at teir einki skulu hava forerandi og støðan hevði verið júst tann sama, um tað var Fram vit spældu ímóti, sigur Trygvi.