Fyri løtu síðani frættist, at stjórin í Smyril Line er farin frá orsakað av einari ósemju við nevndina. Men hvat hendan ósemjan snýr seg um, ber illa til at siga. Hvørki núverandi og fráfarandi stjóri vilja avdúka nakað sum helst.
– Vit hava valt ikki at fara víðari við nøkrum. Tað er nakað, vit hava avtalað, sigur Rúni Vang Poulsen, sum nú ikki er stjóri longur.
– Eg havi sagt upp, og teir eru neyvan ónøgdir við tað. Tað gongur báðar vegir, sigur hann.
Fyribilsstjóri verður Jens Meinhard Rasmussen, og hann vil heldur einki konkret siga.
– Vit hava onkrar ósemjur, sum vit ikki halda, at vit kunnu loysa saman. Tí hava vit valt at gera eina fráfraðingaravtalu, sum báðir partarnir eru samdir um, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Spurdur um tað hevur nakað við koronu at gera, sigur hann "nei, tað hevur tað ikki".
– Fráfaringaravtalan inniber, at vit ikki úttala okkum meira um tað. Tá mann ger eina fráfaringaravtalu, fer man frá hvørjum øðrum í sátt og semju, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Partarnir hava roynt at loyst ósemjuna, men tað er ikki blivið til nakra loysn, sum báðir partarnir eru nøgdir við.
– Nú er ikki langt til aðalfundin. Ongar dramatiskar broytingar vera áðrenn tað, sigur Jens Meinhard Rasmussen.
Men hvat skal Rúni Vang Poulsen so gera nú?
– Tað finna vit útav, hvat eg skal. Nú fara vit at leita eftir nýggjum møguleikum, tað fer nokk at ganga, sigur hann.