Seinnapartin fær EB/Streymur vitjan av AB. Støðutalvan sigur, at EB/Streymur hevur 13 stig og er leyst av vandanum fyri at flyta niður. Støðutalvan sigur eisini, at AB hevur sjey stig og er næstaftast.
EB/Streymur hevur vunnið fýra ferðir, meðan AB framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.
Síðani hesi bæði liðini 16. juni vóru partar av 1-1 dysti á Argjum hevur EB/Streymur tapt seks dystir ímóti teimum seks fremstu við málmuninum 21-0. Avgerandi er tað, at EB/Streymur síðani dystin á Argjum hevur vunnið hinar báðar dystirnar – ímóti Skála og TB – og tað ber við sær, at EB/Streymur er mest sum leyst av botninum
Meðan EB/Streymur hevur vunnið lyklauppgerðirnar í kappingini um at sleppa úr botninum er tað hjá AB endað við javnleiki ímóti TB, ÍF, aftur TB og Skála.
Í dag verður fyrsta høvið hjá AB at reisa seg eftir lemjandi 11-0 tapið ímóti HB í Gundadali fyri knøppum tveimum vikum síðani.
Liðbandsskaði er orsøkin til, at Magnus Jarnskor ikki hevur spælt við EB/Streymi síðani 4. juli.
Hjá AB er Gert Drangastein skaddur.