- Sjónet er intenetsamband til skip, sum røkkur út á einar 60-70 fjórðingar. Tað eru fleiri skip, sum í dag brúka Sjónet, og manningarnar lata væl at. Tær siga, at sambandið er akkurát líka gott sum heima.
Tað veit felagsblaðið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagnum - Mið & Magn - at siga.
- Ymisku skipini hava eina uttandura antennu, sum tekur ímóti signalinum, og so verður sambandið beint víðari út á einstøku kømrini umborð, so hvør maður hevur internetsamband.
Blaðið veit frá manningum at siga, at internet-møguleikin fullkomiliga hevur broytt lívið umborð, bæði arbeiðsliga og privat. Á brúnni verður góða internetsambandið brúkt til eitt dygdargott samskifti við reiðarí, eftirlit og myndugleikar.
- Tað er eisini vorðið nógv skjótari og lættari at fáa eitt nýtt veðurkort fram.
Lagt verður aftrat, at skjóta ferðin á internetinum gevur manningini møguleika at fylgja nógv betri við. Internetsambandið verður brúkt til at kunna seg um alt, sum fer fram í landi.
- Sjófólk eru soleiðis á Facebook og hava samband við vinir og kunnu fylgja við politikki, fótbólti ella kappróðri - ja, manningin kann fylgja við øllum, sum hevur týdning fyri hvønn einstakan.
Við góða internetsambandinum umborð hevur manningin yvirhøvur somu møguleikar at fylgja við, sum fólk heima. Men, hóast manningin nú kann hava bæði heimið - og allan heimin - í kahúttuni, hevur hetta kortini ikki gingið út yvir samanhaldið umborð.
- Tað er heldur soleiðis, at manningin hevur meira at tosa um umborð, nú teir fáa alt við, sum gongur fyri seg heima, verður sagt í Mið & Magn.