Nicosia, Cypern: Føroyska landsliðið hevði sínar fyrstu venjingar á hesi ferðini hósmorgunin. Hetta var nærhendis GSP-leikvøllinum, har dysturin sjálvur verður á skránni leygardagin.
Sum vant, so var talan um eina heldur róliga venjing at byrja við, men tað er eingin loyna, at intensiteturin fór upp, tá avsluttandi dysturin var á skránni. Sum vant, so var hesin millum eldru og yngru leikararnar, og eftir at teir ungu vunnu seinasta dystin á ferðini í Sveis, so hevndu teir eldru seg so dyggiliga hósdagin.
Ikki minni enn 7-2 til teir eldru var endaliga úrslitið, og onkur av leikarunum helt fyri, at talan var um størsta sigurin síðani 1994. Og so munaði tað lítið, at onkur av teimum yngru mutaði ímóti, og segði at talan ikki var um almennan dyst.
Teir yngru vóru annars eitt skifti á odda 2-1 við málum frá Jákupi á Borg og Andrew av Fløtum, men tá gomlu gubbarnir so settu ferð á, var einki at ivast í.
Rógvi Jacobsen (2), John Petersen (2), Julian Johnsson, Claus Bech Jørgensen og Fróði Benjaminsen vóru málskjúttarnir hjá teimum eldru, og so mátti liðmynd sjálvandi takast, tá søguliga stóri sigurin var veruleiki. So er spurningurin bara, hvørt teir yngru megna at hevna tapið, áðrenn farið verður heimaftur, ella um teir skulu liva við eyðmýkingini gjøgnum ein heilan fótbóltsvetur.