Teir bestu skulu gerast betri

KÍ hevur nú tikið stig til serstaka talentvenjing. Endamálið er at geva bestu spælarunum eitt eyka tilboð, har meira ferð kann setast á menningina hjá einstaka spælaranum

Fótbóltur

Fríggjadagin tók KÍ nýtt fet mótvegis visjón 2009 hjá felagnum. Ein visjón, har málsetningurin púra greitt er, at KÍ um trý ár skal vera fremsta fótbóltsfelag í landinum.
Tað eru Eyðun Klakstein, ungdómsvenjari, og Tony Paris, høvuðsvenjari, sum standa á odda fyri átakinum, sum fevnir um dreingir í aldrinum 12-16 ár. Við støði í eini heildarmeting av fótbóltsligu dygdunum verða spælararnir valdir út til hópin, sum ætlandi skal telja 16 spælarar, sum kanska kunnu vera við til at manna eitt framtíðar KÍ-lið í fremstu røð.
 Vit stíla høgt við teimum ungu spælarunum í felagnum, og vit vilja gjarna gera nakað eyka fyri teir. Talentvenjingin skal vera eitt nýtt tilboð til teir bestu spælararnar, og hetta skal verða nakað, sum allir spælararar í felagnum skulu stremba eftir at verða við í, sigur Eyðun Klakstein.
Og Tony Paris er ikki ósamdur í hesum.
 KÍ hevur sera nógvar góðar ungar spælarar, og vit vilja gjarna hjálpa teimum at menna seg enn meira. Vit hava tilboðið, og um spælararnir hava viljan og hugburðin, so kunnu vit í felag koma langt, sigur høvuðsvenjarin í felagnum.