Manshondbóltur
Tað er sjálvandi fyrst og fremst landskappingin, sum stendur á skránni, nú farið verður undir enn eitt kappingarár, men eisini í aðrar mátar verður talan um ein framúr spennandi vetur hjá føroyskum manshondbólti.
Landsliðiðsarbeiðið, sum sjøtul varð settur á fyri tveimum árum síðani, er nú veruliga komið i hæddina. Mánaðarskiftið oktober/november verða landsdystir leiktir í Grønlandi, og í januar er tað so EM-undankappingin, sum stendur á skránni. alt hetta ger, at skráin hjá bestu leikarunum verður tættari enn hon hevur verið, og hóast kappingin er toygd báðar vegir á kalendaranum, so er rásarúmið fyri broytingum ikki serliga stórt.
Eitt nú hevur hetta viðført, at longu undan kappingini er greitt, at VÍF fer at vinna sín fyrsta dyst uttan yvirhøvur at vera á vøllinum. Tjaldur skuldi eftir skipanini spælt í Vestmanna nú sunnudagin, men í Runavíkini verður fótbólturin tikin framum, og tí er ikki gjørligt at manna liðið til dystin. HSF sær sær ikki møguleika at leggja dystin aðra staðni í skránni, og tí er longu nú greitt, at VÍF vinnur dystin.
Klassikarin vaknar
Sostatt fær VÍF eina at kalla ómaksleysa byrjan upp á árið, men í aðrar mátar skal ikki roknast við, at árið verður heilt so ómaksleyst, sum tað annars hevur tókst seinnu árini, har VÍF tvey ár á rað hevur verið nógv tað sterkasta liðið.
At so kappingin í ár eisini tykist verða serliga stór frá arvafíggindunum úr Kyndli man ikki gera spenningin minni, og ivaleyst eru mong, sum gleða seg til dystirnar millum teir báðar risarnar í ár.
Tað er tó eingin loyna, at aftur í ár er VÍF favorittur at vinna meistaraheitið. Ingi Olsen, sum í ár er leikandi venjari hjá liðnum, er framvegis besti miðspælarin í landinum, og megnar bróðurin, Áki, at halda seg nøkunlunda skaðafrían, kunnu teir saman við Sámal Joensen mest sum einsamallir syrgja fyri neyðugu málunum, sum skulu til. Hartil kemur eisini, at hóast VÍF seinnu árini hevur veri rakt av skaðum í yvirmát, so hevur liðið alla tíðina sýnt neyðugu breiddina, og tí eigur tað ikki at koppa teimum, at teir í ár hava miest vongbspælararnar, Harald Bjørgvin og Ragnar Zachariasen, umframt at Johnny Joensen fyrstu tveir mánaðirnar ella so fer at klintra í fjøllum heldur enn á stigatalvuni.
Sambiðlarnir
Tað eru serstakliga tvey lið, sum kunnu væntast at hótta vestmenningarnar. Nevnliga StÍF og Kyndil.
Kanska serliga strandingar hava seinnu árini víst, at teir kunnu taka øll, tá lagið er hitt rætta, men hinvegin er lagið ikki altíð líka gott, og tí er tað eisini meira enn so komið fyri, at stig verða sett til móti á pappírinum veikaru liðum, og tað er fyrst og fremst hetta, sum skal fáast burtur, um StÍF ætlar sær at vinna meira enn steypakappingina, sum teir annars hava tikið sær av tey bæði seinnu árini.
Strandingar hava annars mist nakað av fólki í ár, men hinvegin hava ungir leikarar við góðum hondbóltsevnum ongan tíð verið nøkur mangulvøra á vestara arminum av Skálafjørðinum, og kann Costin Dumitrescu framhaldandi toga onkrar av hesum upp á besta liðið, so er lítið at ivast í, at StÍF eisini í ár fer at arga VÍF.
Tað ætlar Kyndil sær eisini at gera í ár, eftir at liðið annars hevði eitt ikki meira enn miðalgott ár í fjør. Ta ferðina komst hetta eina mest av stórari frágongd, men hetta rákið er í øllum førum koppað. Aftur til felagði eru komnir Hans Áki Dahl Christiansen og Jacob Jónsson, og saman við teimum ungu leikarunum, sum í fjør búnaðust heilt nógv ígjøgnum árið, kann roknast við, at teir fara at lyfta Kyndil hægri enn fjórða plássið, sum liðið endaði á í fjør. Hinvegin dregur tað niður, at Jónleif Sólsker ikki longur hevur møguleika at nýta frítíðina til hondbóltsspælið, og so er tað eisini spurningurin, hvussu verður við Bárði Johannesen, tá fótbóltskappingin enar. Uttan hansara eginleikar sum bæði leikari og innpískari, kann í øllum førum gerast trupult hjá Kyndli at røkka so langt fram, sum teir siga sær ætla í ár.
Spennandi í Kollafirði
Tað verða væntandi hesi trý liðini, sum fara at mynda avgjørda oddin í hondbóltskappingini, og so er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hjá hinum. Í mangar mátar tykist talan gerast um spennandi kappingarár fyri Neistan, KÍF og H71, meðan Tjaldur enn einaferð má stríðast við at halda seg burtur av botnsessinum.
Skal samanberast við árið í fjør, so stendur ringast til hjá Neistanum. Mest sum eitt heilt hondbóltslið er farið úr felagnum, og tað merkir sjálvandi, at stílað verður ikki eftir meistaraheitinum í ár, men hinvegin verður setningurin at menna ungu leikararnar í felagnum, og tað í sjálvum sær er eisini ein spennandi uppgáva hjá venjaranum, Dia Midjord..
Eisini í KÍF tykist Kári Durhuus, at hava eina spennandi uppgávu. Felagið hevur seinnu árini fingið nakrar ungar og evnaríkar leikarar upp í vaksnu røðirnar, og í ár tykist felagið at taka stigið fult út, nú tríggir útlendskir leikarar eru ávegis til felagið. Megnar Kári Durhuus í nóg stóran mun at fáa hesar spældar inn á liðið, kann væl hugsast, at KÍF fer at kíla seg upp ímillum tey trý stóru.
Hoyvíkingar hava nú loksins fingið høllina í Hovyík sum heimavøll, og tað er so avgjørt nakað, sum ger, at framtíðin í felagnum tykist væl bjartari, enn hon áður hevur gjørt. Her og nú er tó ikki so nógv, sum bendir á, at felagið fer at blanda seg millum tey stóru. Fleiri av berandi kreftunum frá í fjør eru í ár farnir av liðnum, og hetta fer uttan iva at merkja, at tað í ár verða virði sum felagskensla og stríðsvilji, sum koma at standa ovarligari á listanum, men hinvegin nýtist tað ikki vera soleiðis, at úrslitini verða verri av teirri orsøk.
Seinasta liðið í deildini er Tjaldur, sum í fjør gjørdist nummar fimm, og hægri enn tí sama skulu teir neyvan stíla eftir í ár. Partvíst tí tað framvegis er so, at fótbólturin hevur hægsa prioritet í Runavíkini, og partvíst tí hópurin í ár er viknaður í mun til í fjør, og so bøtir tað heldur ikki um, at kanska týdningarmesti leikarin, Mortan Hansen, byrjar árið á skaðalistanum.