Tá ið spælararnir á sveisiska og kekkiska landsliðnum spáka inn á leikvøllin í Basel í annaðkvøld, verða tað teir, sum fáa høvi at spæla fyrsta dystin í 13. EM-endaspælinum í fótbólti. Í hølunum á Sveis og Kekkia koma 14 aðrar europeiskar fótbóltstjóðir á vøllirnar í Sveis og Eysturríki, har EM-endaspælið verður hesaferð.
Áðrenn hetta EM-endaspælið hava europeisku londini spælt í drúgvari og harðari undankapping, har nógv lið hava ligið framvið. Og tað eru bara tey bestu, sum nú standa eftir. Millum tey, sum fullu á vegnum, eru lond sum vanliga verða roknað sum sterkar fótbóltstjóðir. Lond sum Ongland, Danmark, Noreg, Serbia, Ukraina og Bulgaria.
Og so sjálvandi eisini Føroyar, sum vóru við í sterkum undanbólki, har Frakland, Italia, Skotland og Ukraina vóru í harðari kapping um tey bæði plássini í EM-endaspælinum. Føroyar megnaðu ikki at fáa nakað stig í kappingini, og eftir teir 12 dystirnar var málmunurin 4-43. Men tað vóru eisini góðar løtur – til dømis tá ið Italia vitjaði á Tórsvølli, og tá ið Føroyar trýstu Skotland í botn ein hálvleik á Svangaskarði. Men Føroyar kunnu bara droyma um at verða við í endaspælinum, har stórar hetjur og skurkar verða funnir .
Vit gleða okkum til stóru dystirnar millum stóru spælararnar og tær smáu, magisku løturnar í dystunum - tá ið Ronaldo snýtir ein verjuspælara, Ballack smekkar bóltin í málið, van der Sar bjargar einum góðum skoti ella Toni stútar bóltin í kassan.
Tey 16 europeisku londini leggja nógv fyri í royndini at vinna EM. Landsliðsspælararnir spæla nógvir í stórum kappingum kring Europa, har pengarnir floyma, men tá ið teir umboða landið hjá sær til eitt endaspæl, snýr tað seg fyrst og fremst um heiðurin. Tað er ein møguleiki at gera seg sjálvan ódeyðiligan sum fótbóltsspælarar. Stóru hetjurnar verða ongantíð gloymdar – og tað verða stóru skurkarnir og tapararnir kanska heldur ikki. Hetta eru dagar, tá ið fótbóltssøga verður skrivað, og frammanundan kann eingin kenna seg vísan í, um tað endar væl ella illa.
Við hesum serblaði við Sosialurin gjarna geva sínum lesarum eitt innlit í EM-endaspælið, sum í morgin byrjar á leikvøllinum í Basel, og sum fer at mynda føroyska summarið næstu tríggjar vikurnar.
Sosialurin