Teir báðir síðstu fóru til hendurs

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað hevur verið ein sera friðarlig nátt hjá løgregluni. Hon hevur verið á varðgongu í býnum í nátt, men fá fólk hava verið í býnum, sigur vakthavandi.

 

Tó so, 12 minuttir yvir fýra fóru so teir báðir seinastu býargestirnir til hendurs. Teir vóru á veg heim báðir, og hóast átta hýruvognar vóru í at velja, valdu teir sær sama bil at koyra seg heim.

 

Løgreglan mátti upp í leikin og tosaðu mennirnar til sættis, sum síðani fóru hvør til sítt.

 

Í Klaksvík hevur heldur ikki verið tað stóra at gera hjá løgregluni, men ein persónur mátti koyrast til hús, tí hann hevði fingið ov nógv niður um í nátt.