?Super Easter Sunday? nevna enskir fótbóltsfjepparar dagin í dag, har Manchester United og Liverpool møtast á Old Trafford, og Chelsea og Arsenal møtast á Stamford Bridge. Seinastu 11 ferðirnir Arsenal hevur vitjað á Stamford Bridge, í Premier League, tá hava teir vunnið 4 dystir, leikt 6 javnleikir, og bara tapt ein av hesum 11 Premier League dystunum á Stamford Bridge. Chelsea hevur kortini ikki tapt nakran dyst í Premier League, síðani teir taptu 1-0 til Arsenal á Emirates Stadium hin 16. desember í fjør. Síðani tá hevur Chelsea í 13 PL-dystum vunnið 9 dystir, og hava teir leikt 4 javnleikir. Annars hevur Chelsea megnað at hildið málið reint í 17 dystum. Chelsea-framherjin Didier Drogba heldur, at Arsenal leikar væl, men hann minnir á, at Chelsea eru likamliga sera sterkir. Arsenal-danin Nicklas Bendtner heldur ikki, at Arsenal kann loyva sær at missa fleiri stig í Premier League, annars verða teir heilt einfalt ikki meistarar. Manchester United hevur megnað at hildið málið reint í 18 dystum. United hevur vunnið teir síðstu 4 Premier League dystirnar ímóti Liverpool, úti og heima. United hevur vunnið teir síðstu 4 dystirnar í Premier League, Liverpool hevur vunnið 5 teir seinastu PL-dystirnar. United-venjarin Alex Ferguson heldur, at tað liðið, sum fer at hava besta stabilitetin fer at vinna Premier League. Liverpool-verjuleikarin Alvaro Arbeloa heldur, at tá teir hava vunnið á AC Milan á San Siro, so eiga teir eisini at kunna sigra á Manchester United á Old Trafford.
Tíðindi