Teilendska stjórnin skal upploysast

Grundlógardómstólurin í Teilandi hevur gjørt av, at landsins stjórn skal upploysast Samstundis hevur dómstólurin sagt,at Somchai Wongsawat, forsætisráðharri, og aðrir leiðandi limir í stjórnarflokkinum sleppa ikki at virka í politikki tey næstu fimm árini.

Tíðindastovurnar skriva, at grundlógardómstólurin hevur avgreitt málið óvanliga skjótt, og hann hevur sýtt fyri at lata limir í stjórnini vitna.

Fleiri túsund mótmælisfólk hava kravt, at stjórnin skal frá, og tey hava nú fingið stuðul frá grundlógardómstólinum.