Eftir fleiri ár við korona avmarkingum er Teenstreet lega fyri fyrstu ferð aftur í Týsklandi síðani í 2019. Í 2020 og 2021 vóru smærri lokalar legur í ymsu londunum – eisini í Føroyum, og í fjør luttóku føroyingarnir á eini eitt sindur minni legu í Spania. Men sum sagt - í ár er so lega aftur í Suðurtýsklandi, sum vit kendu hana áðrenn koronasóttin herjaði.
Visiónin við TeenStreet, ið er ein deild undir OM, sum er ein tvørkirkjuligur felagsskapur, er saman við heimasamkomunum og kirkjunum at styrkja og menna tey ungu í trúnni.
Fyrsta TeenStreet legan var annars júst á hesum sama staði í Offenburg fyri 30 árum síðani, hetta var á sumri í 1993. Tað var tá ein lítil byrjan við 50 leguluttakarum. Nú eru legur runt um í 42 ymiskum londum, harav hendan í Offenburg ivaleyst er man vera tann størsta.
Í ár eru samlað umleið 1400 luttakarar úr fleiri enn 20 ymiskum londum, og saman við hjálparfólki og børnum teirra eru umleið 2500 fólk tilsamans á legu í ár.
Úr Føroyum eru farin 274 fólk á legu. Av teimum eru 180 ungdómar, restin eru vaksin hjálparfólk og børn teirra. Tey flestu av hesum hava ferðast saman við flogfari hjá Atlantsflogi, sum førdi tey til Strasbourgh í Fraklandi haðani tey við bussi koyrdu víðari hálva tíman yvir um týska markið og til Offenburg. Fríggjakvøldið, 4. august verður so flogið heimaftur.